eitt stórt ár eldri enn eg, og hóast hann gekk ein flokk undan mær í Tvøroyrar skúla, so komu vit tó at fylgjast ein part av tíðini í okkara uppvøkstri sum tannáringar. Hesin fryntligi og altíð skilagóði [...] fetini út í tann heimin, har vaksnamannalívið byrjar. Tað má sigast, at tað var so ikki keðiligt at uppliva hesi fyrstu fetini saman við Páll. Men alt fekk ein enda, og so ein dag í august í 1967 vóru [...] Rungsted, og soleiðis skiltist okkara vegir í hvørfall fyribils. Tó minnist eg eina serliga hending frá hesum degnum í august, tá vit so erpnir traðkaðu út í víðu verð. Vit hildu, at hetta onkursvegna skuldi
fimm lærararnir, sum hava tikið grundskeið í boring í Stavanger og sum nú kunnu undirvísa í hesum á skúlunum í Føroyum, eru: Johan Kunoy frá Tekniska skúla í Havn, Páll Joensen frá Maskinmeistaraskúlanum [...] staðni, har methan er. Í løtuni er Statoil í ferð við at byggja eitt veruligt framleiðsluanlegg. Av tí at protein er ein mangulvøra í heiminum í dag, eru helst stórir framtíðarmøguleikar í hesi framleiðsluni [...] skúlunum í Havn og í Klaksvík. Talan hevur verið um eitt intenst skeið uppá sjey vikur. Hetta er fyrstu ferð, at slíkt hendir og er hetta tiltakið ein liður í royndunum at kunna útbúgva føroyingar í Føroyum
hevur vitjað í Ytru Tungu. Tá ið eg spyrju Birnu, hvar børnini í gamla grannalagnum hjá henni nú ganga í skúla, ljóðar søgan, sum hon er kend á so mongum øðrum smáplássum bæði í Íslandi og í Føroyum. Har [...] umstøðunum, sum tær vóru á bygd í Føroyum. Birna var tíggju ára gomul, tá ið hon fór í skúla. Skúlagongdin var í stovuni heima hjá Birnu og teimum. Har savnaðust 10-15 børn av gørðunum í grannalagnum. Her var heldur [...] hvørjum øðrum. Í Noregi bar so at siga ikki til at seta bilin frá sær í nánd av náttúruperlu, um tað so var í oyðini, uttan at onkur stóð har og kravdi p-gjald. Her er einki sovorðið. Heldur ikki í Ásbyrgi verður
29. mars var ein stórur dagur í Zarepta, tá John í Skemmuni feiraði sín seksti ára dag. John hevur verið í leiðsluni í Zarepta í eina fjórings øld. Hann kom í leiðsluna í 1988, sum hann hevur havt m.a [...] Skemmuni í Porkeri. John er næstelstur í einum systkinaflokki upp á seks, har tvey av systkjunum doyðu í barnaárum. Jonna býr í Havn, Áki býr í Fredericia og ynskta systurin Lív, býr í Senegal, har hon er trúboðari [...] um bæði í Vági, Tvøroyri og í Hvalba. Kórið hevur eisini ferðast bæði í Føroyum og í Danmark. Familjan John og Ruth giftust í 1982. Ruth er dóttur Ásu og Róald Norðberg. Tey eru uppvaksin í hvør sínari
tey hava brúkt tað í nøkur ár eftirhondini. Nøkur hundrað orð Júst hetta, at sms, slang og chat mál tykist loyniligt fyri tey flestu, hevur givið fimm ungfólkum í HT1 á Tekniska Skúla í Klaksvík hugskotið [...] stjóri í Hvista Í/F, sum ger bókina. Virkið er sett á stovn í sambandi við verkætlanina Ungt Virkið, ið er ein kapping millum flokkar á miðnámsskúlum. Nýt hugflogið Tað er ikki bara innihaldið í nýggju [...] framløgan og ein samrøða við dómararnar. Vinningurin er luttøka í kppingini Ung Virksomhed í Danmark seinni í ár. Har er vinningurin luttøka í eni evropeiskari kapping, sum Young Enterprise skipar fyri. Besta
10. januar fóru 17 sera spentir næmingar úr 9. b í Stranda skúla, til Eysturíkis á námsferð. Tey høvdu savnað inn pening til hesa ferð í eina tíð, og nú var ferðin endiliga veruleiki Ferðin: Vit næmingar [...] til býin, St. Johan, vóru øll móð eftir langa ferð. Seinnapartin var farið inn í býin, og høvi var at ganga í handilsgøtuni í nakrar tímar. Vit sóu eisini eina stóra katólska kirkju. Á skíð Mikudagin fóru [...] r. Komin til Keypmanahavnar fóru vit á »Fisketorvet« í nakrar fáar tímar, og síðan at njóta náttarlívið í Keypmannahavn. Tá vit komu á flogvøllin í Føroyum stóðu bæði foreldur og systkin og bíðaðu eftir
fimleikarhøllin var eisini full av fólki. Nakað av fólki stóð í durunum, og hóast orðstýrarin royndi at stúva sum frægast inni í høllini, legðist bara til í gongini. Men fundurin var tamur. Einki rætiligt sprell [...] plagdi at vra í gomlum døgum, so áskoðararnir fingu eitt bíligt skemt burturúr. Valevnini komu kropp á kropp upp til mikrofonina. Tey høvdu fingið tillutað tveir minuttir í part, og 23 vóru tey í tali. Eins [...] vinnuna, sum annars er nógv í kommununi. Hinvegin varð fýlst á, at tað var sera dýrt at seta búgv í kommununi, og at barnafrádrátturin var ov lágur. Hetta vilja summi valevni broyta í komandi skeiði. Eyðkent
greiddi frá visjónunum við bygninginum. Fyritøkan, sum í 2007 gjørdi vinnandi uppskotið til skúlan í arkitektakappingini, hevði tá umleið 70 fólk í starvi. Í dag eru umleið 400 starvsfólk á BIG, ið fyri nøkrum [...] Ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu fór fram í gjár, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð. Umleið 200 fólk luttóku í reisigildinum, har ímillum [...] mongu snávingarsteinarnar á vegnum, sum hava borið í sær stórar avbjóðingar. - Onkrar kundu vit havt verið fyri uttan, men tað lata vit liggja í dag. Kjarnin í øllum er, at okkara unga ættarlið skjótt fær góðar
harðskapin í Havnini leygarnáttina er skelkandi. Ein ungur 16 ára gamal havnardrongur verður speirikin og háðaður, avbukaður og meiðslaður í andlitinum av fleiri ungum monnum. Hóast hetta fer fram í mitt í miðbýnum [...] ímóti og ikki finna seg í vanvirðing og harðskapi. Niðrandi hugburðurin í okkara mentan stingur djúpt. Tí mugu vit foreldur stuðla skúlunum í arbeiðinum móti happing og leggja í okkara børn, at harðskapur [...] Fleiri skúlar gera í hesum døgum nógv burturúr at seta fokus á trivnað og sosialar førleikar hjá skúlabørnum og happing í skúlunum. Ein landsumfatandi kanning av happing innan skúlagátt er í gerð, og væntandi
og hart. Eftir barnaskúlan fór hann í læru sum timburmaður, og eftir at hava smíða í nøkur ár, fór hann fyrst í 60’unum at starvast á Tøtingarvirkinum, har hann var í 23 ár, tey flestu sum formaður. Sjónáttúran [...] 1972. Hann hevur sitið í kirkjuráðnum, stýrinum fyri missiónshúsið, skúlanevndini, verið formaður í Samhald og øðrum álitissessum við. Í frítíðini dámar pápa væl at verða úti í náttúruni. Sum yngri var [...] á húsarhaldsskúla í Danmark. Evnini í einum køki eru ógvuliga góð. Ikki eru tað so fáar køkur og annað gott sum eru farin í okkara búkar. Serliga stuttligt og hugnaligt var at verða í bønum um sumrarnar