og tað er skeivt at skúla útvarpsfólk við at Rás 2 er av tí ónda? Fólk blanda ofta tingini saman tá tey tosa um Rás 2 í mun til tað almenna Útvarpið, sum um at talan var um kappingarneytar. Tað er tað jú [...] bygning í Søldarfirði sum er 300 ferðmetur í tveimum hæddum; hesin er nú fullkomiliga umbygdur innan og innrættaður eftir tørvinum hjá útvarpsstøðini. »Vit skræddu alt út og bygdu um fullkomiliga av nýggjum [...] holt við,? men? Treiskni og áhaldni má til, og hetta er hóast alt eitt sera spennandi arbeiði; tað er hugurin ið drívur verkið.« Talan er tilsamans um eini fýra heiltíðar størv á støðini umframt einar 15
spælt átta dystir, 20 ára gamli Poul G. Olsen er sloppin upp í part tvær ferðir, og tað sama er galdandi fyri bara 16 ára gamla Jóhannes Hansen. Tað er langt síðani, at so nógvir ungir mans eru slopnir framat [...] ein stóran leiklut. Hetta er sanniliga eisini galdandi fyri HB í ár, har Fróði Benjaminsen hevur ovurhonds stóran týdning. Tískil var saknurin í honum bæði stórur og sjónligur, nú hann var leikbannaður, eftir [...] Pauli G. Hansen og Levi Hanssen nú á fjórða ári í felagnum. Aftrat øllum hesum hevur EB/Streymur havt ein og sama venjara í Heðini Askham seinastu fýra árini. Tað er, tíverri, sjáldsamt í føroyskum fótbólti
vera yvir við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summarsteðgin víst, at vongspælið hjá teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum øðrum. Í talvi er tý [...] týdningarmikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningarmikið í fótbólti. Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum av vongspælarum, sum ikki hava serligar verj-uuppgávur [...] Nesá ? avloysti heilt tíðliga álítandi miðvallaran Jan Petersen, sum mátti út við trælæri ? lyfti upp um málverjan og dygst við síðuna av málinum, og hin ferðin var, tá Øssur Hansen royndi at lyfta uppum
fólkini, kennir, at hann er vælkomin. Ikki av ongum verður Malawi nevnt »Heita hjarta Afriku«. Malawi er eitt land, sum er rættiliga ókent í mun til onnur afrikansk lond. Grundin er helst at finna í søguni [...] fyritøku. Og mong munnu so seta sær tann spurningin, um nú støðan var so nógv verri undir enskum hjálandastýri. Søga Tað, vit vita um landið at siga úr søguni, er í grundini rættiliga lítið. Ikki fyrr enn beint [...] sum tað stóð líkasum ein slík virðing um biskupparnar, at teir vóru teir einastu, sum tordu at tala at, tá politiska stýrið fór ov langt. Og eisini í Malawi fóru nú biskupparnir at taka til sín. Í 1992
forseti. Fatah er framvegis tann stjórnarberandi flokkurin. Tann æviga umberingin um, at tað ikki ber til at samráðast við palestinar, tí palestinar eru í innanhýsis stríði, er nú horvin. Nú ræður um at fáa [...] gin Trupulleikin er, at Hamas framvegis ikki hevur broytt sítt charter frá 1988, sum inniheldur apokalyptiskar orðingar um oyðing Ísraels. Og eg og Jenis eru púra samdir um, at tað er ein fortreyt fyri [...] Tað er faktuelt skeivt. Palestinska stjórnin viðurkendi nevniliga Ísrael fyri yvir tjúgu árum síðani, eins og Ísrael viðurkendi rættin hjá palestinum til egnan stat, soleiðis sum ST, ES og USA langt síðani
Eisini er Mikkjal Thomassen, sum heldur ikki var við í fyrra dystinum, framvegis skaddur, men burtursæð frá teimum báðum løgreglumonnunum eru allir mans hjá B68 tøkir. Spurdur um tað ikki er óseriøst [...] og í okkara eygum er dysturin meiri ein fyrireiking til fyrsta dystin í seinnu hálvu av landskappingini móti KÍ. Nú taptu vit 0-3 á heimavølli, men høvdu vit kanska vunnið 1-0, so er væl hugsandi, at vit [...] frammanundan, sigur Trygvi Mortensen. At tað eisini er ein stór fíggjarlig sparing hjá feløgunum við at fara avstað á sjálvum leikdegnum, sigur seg sjálvt, og tað er eisini vert at hava í huga, heldur Trygvi Mortensen
fevnir um oljufeløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy. Jóannes Dalsgaard er sera fegin um at hava upplivað Alaska, og hann ivast ikki í, at vitjanin hevur givið luttakarunum nógv at hugsa um, nú eisini [...] fyri teimum. Tað er ikki støddin, sum telur. Tað er harafturímóti tað tú sigur og ger, sum telur, tá tú er í tí samstarvinum. Men nú fer løgmaður á fund í arktiska ráðnum og hetta er sera gott og sera [...] orðaskiftinum um eina kom andi føroyska oljuvinnu verið víst á, at hetta snýr seg ikki bert um jarðfrøði, boripallar og pengar, men so sanniliga eisini um menniskju og mentan, og harvið eisini um ta ávirkan
sjónum, so er hetta í samsvari við tað, sum vit hava upplivað í havøkinum rundan um Føroyar hesi seinastu árini, har alt havið um Føroyar, hevur kókað av makreli og sild. Tá veruleikin nú er hesin í føroyskum [...] og ICES, at veruleikin er ein annar enn ICES higartil hevur hildið, bæði tá talan er um støddina á makrelstovninum og tá talan er um ferðingarmynstri hjá makrelinum, tí allar kanningar vísa, at tann stóri [...] fuglalívi við Føroyar? Er tað rætt, at tann stóri makrelstovnurin er orsøk til, at nógv sild er deyð í hungri í norskum sjógvi síðan 2009, og at tann veldugi makrelstovnurin nú í strembanini eftir føði
Ballerup. Tað er leygardagur, og komið er út á seinnapartin, nú John er farin til verka her á sambýlinum. Hann hevur longu koyrt alt tilfarið í – mjøl, rug og annað tilhoyr. Hann stendur nú bert og bíðar [...] bakingin byrjað. John hyggur fegin upp. Nú er bert eftir at bíða eftir klokkuni, tá breyðið verður liðugt. Enn einaferð. Hetta er nevniliga ikki fyrsta breyðið, sum John hevur bakað. Frammanundan hesum, hevur [...] onnur rugbreyð her á sambýlinum. Men nú er liðugt við breyðbakingini: - Tá eg hevði bakað tey fyrstu 700 breyðini, hevði eg hug at gevast. Men eg hevði tó hug at vita, um eg ikki kláraði at baka 300 aftrat
fasta sambandi verður verðuleiki um stutta tíð, og at kappingin um fiskin bert økist. Veruleikin er longu nú, at stórur partur av fiski fer óvirkaður av landinum, og ringt er hjá flakavirkjunum at keypa fisk [...] fíggja røktarheim við, so gekk tað ikki út yvir aðrar íløgur. Ein triði møguleiki var eitt samstarv við hinar kommunnar í Norðoyggjum um hetta. Samanumtikið er fíggingin ikki trupulleikin, men viljin at [...] okkum, og søkja um stuðul at byggja røktarheim og viðgera treytirnar við landstýrismannin. Vit hava fingið váttað, at onki er í vegin fyri, at hesin leistur kann verða góðtikin sambært lógini um stuðul til