og líkt er til, at tað aftur er farið at bera á tað borðið, at virkini hava hug at tryggja sína rávøru við at keypa skip í feløg, sum liggja tætt uppat viðkomandi virki. Sosialurin fer at venda aftur til [...] rembingar eru í vinnuni, skerst ikki burtur, at tað eisini ganga nógvar søgur. Hald er í summum, men í øðrum ikki. Tað er soleiðis eisini komið Sosialinum fyri oyruni, at Jónsvein Knudsen í Saltangará, sum eigur [...] fyrrapartin í gjár. Reiðarin ásannar, at alt er til sølu, um prísurin er nóg góður, men váttar, at eingin søla er upp á tal sum er. - Eg havi ikki tikið nakra avgerð um at selja skipini, sigur Jónsvein Knudsen
Eftir stendur tó, at vøra er seld hjá N. Niclasen, uttan at tollurin er avgreiddur áðrenn. Men høvuðspersónurin sjálvur, Jørgen Niclasen, tvíheldur um, at hann kann ikki ábyrgdast fyri hetta. - Ja, vørur [...] hjá Niclasen, uttan at tollurin nakrantíð var avgreiddur. Jørgen Niclasen lýsti støðuna tá soleiðis: - Talan var um eina tíð, har fyritøkan var í kreppu. Vit beiggjar stríddust fyri at bjarga familjufyritøkuni [...] síni roynd at greiða frá heildini. Kreditt Bæði í advokatfrágreiðingini og eisini á tíðindafundinum fríggjadagin brúkti formaðurin í Fólkaflokkinum nógva orku uppá at greiða frá royndunum at bjarga fam
seinastu mánaðarnar hevur kubanski forsetin ikki víst seg alment, og fyri nøkrum vikum síðani visti eitt spanskt blað at siga, at hann lá fyri deyðanum. Men í gjárkvøldið kom Castro á skíggjan í kubanska sj [...] við øðrum limum í kommunistaflokkinum. Amerikanskar keldur hava fleiri ferðir sagt, at Castro hevur krabbamein, og at hann er deyðsjúkur, men tað hava kubansku myndugleikarnir avsannað. Ein spanskur lækni [...] í Venesuela, Hugo Chávez. -Stríðið er ikki tapt, segði tann 80 ára gamli forsetin og legði afturat, at hann ætlar sær aftur til arbeiðis, tá hann verður so frægur. Fidel Castro hevur verið sjúkur síðani
meiriluti fyri ynskinum hjá Páll á Reynatúgvu. - Nakrar dagar seinni stendur at lesa í bløðunum, at borgarstjórin sjálvboðin hevði ofrað sína lønarhækking fyri at tilhaldið kundi halda áfram. Hetta at borgarstjórin [...] ndum førdi hann m. a. fram, at eg ikki kundi seta ymisk viðkomandi mál á dagsskrá í nevndini, uttan at borgarstjórin fyrst skuldi siga gott fyri, at nevndin kundi sleppa at umrøða hesi mál. Henda støða [...] leiðara, eftir at tann sum fekk starvið tók seg aftur. Tað sum ger, at hetta er serliga óheppið, er at ivi kann seta um gegnið hjá borgarstjóranum við hesi avgerð, tí at henda avgerð bar við sær, at hansara egna
februar 2010 Vaknaði kl. 7, rakaði sær og lat seg í. Kvøldið fyri var hann í brúsu, fyri at sleppa undan at brúka tíð uppá tað á morgni. Eftir at hava fingið sær ein temunn og fransbreyð, ætlaði hann sær [...] og einum góðum vilja at læra nakað nýtt, ynskir hann í dag at arbeiða við teldum. Beinini fær hann ikki brúkt, men hendurnar og eitt gott høvd eru álit hansara á, at til ber at skapa sær eina framtíð [...] um, at sjúkan tíbetur hevur staðið í stað tey seinnu árini. Men tað er kortini ógjørligt at siga um tað verður soleiðis í framtíðini. - Mær dámar væl at lurta eftir tónleiki. Eg hugsi faktiskt um at læra
sigur Marin. - Hóast eg elski at ferðast, gjørdist eg sera spent og samstundis bangin, tá babba nevndi fyri mær, at eg møguliga átti at roynt AFS, tí eg ongantíð havi verið burtur heimanífrá í øðrum londum [...] Í ferðalagnum var eisini ein onnur føroysk genta. At byrja við var tað sera torført at seta seg inn í livimátan hjá amerikanarunum og Marin sigur, at hon fekk ein skelkandi mentanarhvøkk. Hon hevur skift [...] eg klári, og hvørjar støður eg megni at takkla’’ sigur hon. - Eg vil mæla øllum til at royna hetta, tí tað mennir ein á allan hátt ,og tað lærir teg at standa á egnum beinum, greiður Marin frá.
spurdur, um tað er nakað, sum hann tímir serliga væl at baka, svarar hann: - Eg veit ikki rættiliga, men eg kann í hvussu so er siga, at eg orki ikki fyri at baka lágkøkubotnar. - Eg havi fingið ein nýggja [...] hann í land, og tað var tá, at hann fór aftur at royna seg sum bakari. - Eg byrjaði bakaríið við teimum pengunum, sum eg hevði forvunnið, meðan eg var við Enniberg. Eg royndi at fáa fígging, men tað gekk [...] yvirtók bakaríið hjá Verner, og hann byrjaði frá so at siga ongum. Nakrar mánaðir eftir, at hann var byrjaður lat hann handil upp í Akursmørk, haðani hann fór at selja bakstur til klaksvíkingar. - Tað hevur gingið
mun, men tey fara at merkja mun. Í fyrstu atløgu fara vit at endavenda flokkin fyri at vita, hvat skal gerast fyri at føra flokkin fram, sigur Johan Dahl at enda. [...] Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri at verða valdur til formann, sigur Johan Dahl, at hann hevur góðar vónir. - Eg haldi, at eg havi ein rímuliga góðan møguleika fyri at verða valdur til formann. Stillararnir [...] umráðandi, at Sambandsflokkurin fer at leggja størri dent á at menna útjaðaran. Gamaní skal Havnin hava alt tað, sum ein høvuðsstaður skal hava, men samstundis er neyðugt at menna útjaðaran, soleiðis at vit fáa
veður hevur tarnað mær, at eg ikki havi verið á landsfundi. Tummas Frank sigur, at hann altíð hevur verið nógv upptikin av trygdini hjá fiskimonnum, og hann brennur eisini fyri, at fiskimenn kunnu fáa eina [...] haldi eisini, at vit skuldu tikið útróðrarmenninar við upp í okkara felag, soleiðis at hesir kunnu fáa eina betri trygd, tá útróðurin svíkur. Tummas Frank Joensen hevur verið sóknarformaður fyri Føroya Fi [...] eina mannsømiliga eftirlønartrygging. - At fiskimenn eiga lut í tí sjálvir, at teir í dag ikki hava eina betri eftirlønartrygging, er so tað. Vit mugu hyggja fram eftir, og fiskimaðurin skal tryggjast betri
og so plaga døturnar at hjálpa mær við at finna jólagávuna til konuna. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava stóran týdning fyri okkum øll. Vit hava øll brúk fyri at vera saman við familjuni [...] starvinum sum borgarstjóri? - Eg má siga, at eg trívist bara betur og betur í starvinum sum borgarstjóri. Eg havi fingið sera góða móttøku frá øllum - uttan at nevna nakran úr rúgvuni, sigur Karl Johansen [...] svigarbørnum og abbabørnum. Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann vísir á, at hóast hetta verða fyrstu jólini hjá honum sum borgarstjóri, verða jólini ikki øðrvísi enn onnur ár