uppskotunum, sum flokkurin hevur lagt fyri tingið, nú seinasta freist fyri framløgu var farna fríggjadag. Uppskotini fevna um alt frá fullveldi til kringvarpsgjald, og felags fyri tey flestu er, at tey eru løgd [...] á landsstýrið um at: - Gera eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum, og leggja hesa fyri løgtingið til viðgerðar. - At landsstýrið syrgir fyri, at øll almenn nýbygging og umbygging er orkusparandi [...] vinnu- og orkumálum fyri Tjóðveldi, sigur, at ætlanin við uppskotinum er í fyrstu syftu at skapa eitt mennandi og drúgt kjak um spurningin um varandi orku. - Tað má vera upplagt fyri eitt oyggjasamfelag
gera hendan heimin áhugverdan fyri næmingarnar. Gera vit ikki tað, svíkja vit ikki bara næmingarnar, men ein stórur partur av okkara mentanararvi fer eisini fyri skeyti. Vit síggja longu nú, hvussu nógv [...] og at tað er rætt at skapa ein skúla, ið lyftir seg upp um tað verðsliga, og at vit harvið høvdu sent nøkur onnur og ríkari menniskju út í samfelagið. Tað er jú eitt eyðkenni fyri alla góða list, at hon [...] tey eiga, og tey skulu vita, at eg eri ómetaliga takksamur fyri tað, sigur Frits rørdur á málinum. At fuglfirðingar eisini eru takksamir fyri at hava Frits Jóhannesen ímillum sín sæst á øllum brøgdum,
tað kom til viðgerðar. Fingu vit ikki ein møguleika fyri at fylgja við í tingvarpinum, so vistu vit einki. Men tann møguleikan brúktu vit so nú fríggjadagin. Har fingu vit so eisini kunnað okkum um, hvussu [...] Joensen, Sumba Tað var nú ótrúliga gott, at vit fingu eina politiskt óhefta rás, soleiðis at vit fáa fylgt við í tí, sum fer fram innan tingsins gátt. Vit hava skjótt funnið útav, at tað, sum útvarp og [...] miðlar. Men nú síðan vit fingu beinleiðis atgongd til løgtingið gjøgnum sjónvarpið, ella tingvarpið, nú sær verðin munandi øðrvísi út, enn vit hugsaðu okkum tað ? og nú kenna vit okkum villleidd, so tað
harta løgmann fyri at røkja og meira ella minni óbeinleiðis siga, at vit ikki skulu gera nakað við nú, tí vit skulu og eiga at standa saman við ES, sama ríkiseind, ið boykottaði Føroyar fyri einum ári síðani [...] gera hattrick til gagns fyri Føroyar, og tað føroyska vinnulívið. Fyri tað fyrsta at fáa eina fríhandilsavtalu, fyri tað næsta, at Føroyar ikki vera umfataðar av boykottinum og fyri tað triðja, at fáa føroyskar [...] sett sær fyri at skapa føroysku vinnuni best møguligu marknaðaratgongdina runt um í heiminum, tað veri seg lond í Evropa, Amerika, Afrika, Asia og aðrar staðir. Hesir marknaðir eiga at vera fyri allar vørur
saman við nevnd og leiðslu at seta út í kortið, hvat vit skulu fokusera upp á. Hvussu vit skulu fáa ein sunnan rakstur í flogvøllin, og hvussu vit gagnnýta tann møguleika, sum longda flogbreytin hevur [...] partur av uppgávuni, men fyrst og fremst haldi eg, at vit internt skulu hyggja at teimum inntøkum, vit framman undan fáa. Og í tí liggur eisini, hvussu vit fáa fleiri inntøkur í teimum møguleikum, sum longu [...] hjá Vága Floghavn. - Men tað allarfyrsta verður saman við nevndini at finna út av, hvussu vit gera, og hvat vit fokusera upp á. Og so skal eg sjálvandi møta starvsfólkunum, og koma at kenna smálutirnar
mugu vit fáa eyga fyri, at toskur bert er avmarkaður partur av tí fiskameingi ið alist upp í búskaparøki okkara. Vit máttu kunna dríggja nøkur túsund tons av toski, nú vit hava fingið eyguni upp fyri 10 [...] er, at vit skerja ikki fiskidagar. Heldur skipa vit fiskivinnuna við áseting av fiskidøgum eins og øðrum avmarkingum og fyriskipanum, so vit taka, hvat er tøkt, eftir at hava sett við, og so vit taka størst [...] sum á landi við greiðum ásetingum fyri stovn og tøku, hvat skuldi setast við, og hvat skuldi takast. Kortini hava vit hagtøl aftur í hansara tíð. Vanlig ár kunnu vit fiska onkustaðni millum 25.000 og 40
er høgur, 50 ár fyri heilsuhjálparar. Á ráðstevnuni kom framm, at ætlanin er at broyta heilsuhjálparaútbúgving frá at taka 15 mðr. til 17 vikur við ástøði, uttan praktikk, fyri ófaklærd, sum arbeiða [...] 15 mðr. eftir lokna útbúgving. Hetta kann skapa trupulleikar og ónøgd hjá teimum við tí longru útbúgvingini. Eg havi royndir sum leiðari við ábyrgd fyri útbúgving innan eldraøkið undir líknandi [...] karrieruleið. Vit hava 6 ung, røsk ófaklærd starvsfólk, og 3 teirra hava valt at lesa til sjúkarøktarfrøðing. Tað gevur meining. Á ráðstevnuni varð sagt: “Tit fáa ikki kvalitet fyri discountprís”
tøkk fyri tað, hann útinti til frama fyri ta føroysku bókina, og tað, hann gjørdi fyri at lívga um føroyska bókasavnsheimin, ið ikki altíð hevur verið mettur at hava so øgiliga átrokandi ábøtur fyri neyðini [...] orðinum. Eg kundi tikið nógv dømi fram um hetta, men skal halda meg til tað eina: Fyri skjótt tríati árum síðan skrivaði Sverri fyri Landsbókasavnið bræv til mann á bygd. Sum øll hansara brøv, so var heldur ikki [...] nevnda bræv og alt málið sum so, og nú fyri stuttari tíð síðan kom svarið. Í endanum av svarinum skoytti brævmóttakarin uppí: Heilsa Sverra Egholm og takka honum fyri áhugan í sínari tíð. Tað er ikki meira
hevur fyri samfelagið og so skal hon geva okkum tilmæli um, hvørji stig skulu takast fyri at venda gongdini. Skal vísast í verki Talskvinnan hjá Javnaðarflokkinum kallar gongdina í fólkatalinum fyri einki [...] gongdini og hvat skal til fyri at venda gongdini, leggur hon afturat. - Skal tað eydnast at venda gongdini, mugu vit vita og ikki gita, leggur hon afturat. Ein ónd ringrás - Vit eru komin í eina ónda ringrás [...] at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta eina nevnd, sum skal koma við tilráðingum um, hvussu skeiva gongdin við fráflyting og fólkaminking kann vendast. Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið longu nú
vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og [...] Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini. Hvat fer at henda? Og hvat er tað, sum [...] árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at