Nógvar mentanir Um tú gongur ein túr í høvuðsstaðnum Tallinn, sært tú eisini fleiri prógv um tær ymsu mentaninar, sum hava gjørt seg galdandi í býnum og í landinum. Ein góður gongutúrur er gamli býarparturin [...] tað. Ein bretskur tíðindamaður lýsti estlendingar soleiðis: ? Róligir, rationellir, skipaðir, hart arbeiðandi og varnir við pengum. Teir eru eitt fólk, sum krevur virðing heldur enn kærleika. Eg havi ofta [...] sum koma til Estlands, síggja skjótt, at landið meir er eitt norðurland enn eitt slaviskt land. Og eins og við hinum baltalondunum fyrst í nítiárunum var tað fyrst og fremst úr norðurlondum, at hjálpin
Ein bilur við tí eyðkenda bláa litinum hjá Postverkinum stendur á einum parkeringsplássi mitt í bygdini. Løtu seinni kemur ein kvinna í tí eyðkenda búnanum hjá sama verki undan einum húsarhorni. Í hondini [...] øvundar mær arbeiðið, sigur hon við einum brosi. Henda rutan hon gongur er ein av teimum styttru: Hon fevnir bert um tvær bygdir, ein flogvøll og fýra hús í teirri triðju bygdini. Eftir loknan arbeiðsdag hjá [...] Bø. Men tey á flogvøllinum fáa eisini post frá Elini, eins og fýra húsarhald á Mýrum í Sørvági og sum liggja nakað burtur frá alfaravegi. - Íalt havi eg 44 húsarhald á míni rutu, greiðir Elin frá. Arbeiðsdagurin
sjálvur farin í gongd við at tekna tivoliið. Eg hava ein stóran bunka av tekningum heima, sum vísa, hvussu tað skal síggja út. Eitt nú havi eg teknað ein stóran djóragarð, eitt stuttleikaland og eitt hús [...] leggjast til rættis í 2015. Børnini hava somuleiðis stóran áhuga fyri málinum. Sjey ára gamli Rói er ein teirra. Rói fylgir dúgliga við, tá tey vaksnu práta saman um Visjón 2015. Somuleiðis situr hann ofta [...] greiðir Rói frá. - Eisini rokni eg við, hasin nýggi býurin í Hoyvík verður liðugur tá. Har verður ein spildurnýggj skoytuhøll, innandura fótbóltsvøllur og nýggjur svimjihylur. Kanska sleppa vit eisini
Eysturoying. ? Á havnalagnum sunnanfyri Toftagjógv er eisini bygdur ein stórur bygningur, sum nú er kassavirki. Og at enda er ein smiðja, Sp/f Krossbakki, bygd á havnalagnum,. Hendan er serliga ætlað [...] ? Vit eru sera fegin um virkið, sum hevur ógvuliga stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Eg havi eisini skilt, at Fiskavirking á Toftum, sum er eitt rættiliga framkomið saltfiskavirki, klárar seg [...] og fiskiskapurin hjá skipunum øktist, fór eisini meira fiskur um uppboðssøluna. Kommunan hevði bygt ein bygning á hesum sama øki. Hendan leigaði Strandferðslan. Men tá ið Dúgvan gavst at sigla millum Sk
nøkur fólk í familjuni farin yvir at vitja Kristian Sofus og heilsa honum á 100 ára degnum. - Sum eg havi skilt á teimum, sum hava vitjað í Kanada, kennist Kristian Sofus framvegis við okkurt einstakt navn [...] Sofus Davidsen er ógiftur. Í dag býr hann á einum ellisheimi. Dia Ellindsson veit eisini at siga, at ein systir Kristian Sofus, Elisabeth Margrethe Mortensen, sum býr á Tvøroyri , fyllir 90 ár, 12. februar
sum ikki ger neyðsemjur, og sum hevur stríðst fyri eydnuni og lívinum. - Eg havi upplivað nógv vilt í mínum lívi, og eg havi havt nakrar ógvusligar niðurtúrar. Men eg komi altíð upp aftur, sigur Jacob [...] Fyrst í næsta mánaði kemur út bókin "Jacob Haugaard - En gøgler på strandvejen". Hetta er søgan um ein mann, sum trýr upp á einglar, sum hatar myndugleikar, og sum koyrdi Cadillac, áðrenn hann dugdi at
dent á. Eg havi tikið hetta sum ein møguleika heldur enn eina forðing. Orsaka av sjúkunum er Jona nógv skerd. Hon er illa fyri fysiskt, hon orkar ikki væl at ganga, og hon fer sær ikki bara út ein túr. Um [...] øllum, og sum eg havi sagt, so fær ein onnur virði her í lívinum. Men tú fert eisini at hugsa meiri um alt tað, tú gert, um tað nú er neyðugt, ella um tú bara fylgir rákinum. Tú mást á ein ella annan hátt [...] okkum, at vit vóru partur av ævintýrunum, og vit spældu ævintýrini. Ævintýrið Eina ferð vóru tað ein kona og ein maður. Tey giftust, og tey fingu børn, og alt var so prakfult, ljósareytt og lukkuligt. Soleiðis
og mát Seinastu tíðina havi eg meira enn eina ferð hugsað um hetta ævintýrið hjá H.C. Andersen í sambandi við viðgerðina – ella manglandi viðgerðina – av Suðuroyartunlinum. Ein viðgerð, sum er løgd uttan [...] verður knýtt uppí uppá ein ordiligan máta, hetta er stytsta samlaða farleið millum Suðuroy og meginøkið og so eru eisini færri hæddarmetrar í hesi linjuføringini. Um onki broytist komandi tímarnar ella [...] ella í besta føri komandi fáu dagarnar, so fer ein meiriluti av Løgtinginum at trýsta á grøna knøttin og binda okkum til, at ein komandi suðuroyartunnil fer at ganga úr náttúruvakra økinum við Stóravatn, í
vindhart í Vestmannaoyggjunum, má alt hetta gerast hvønn dag. Ein kann illani siga frá, hvussu harður vindurin her kann verða, tað má bara upplivast. Ein dagin í regni og vindi, varð eg boðin at síggja eina venjing [...] Orsøkin til hetta hevur ivaleyst verið, at villu hvalirnir hava verið bangnir fyri ungum sínum. Eins og ein hvør onnur mamma helst hevði verið. Hetta var fyrstu ferð, at Keiko hitti aðrar stórhvalir í heili [...] royndum. Um teir ikki finna ættina hjá honum, vóna tey at finna ein flokk av hvalum, ið vil taka Keiko til sín. Um hann sleppir inn í ein flokk, kann eisini henda, at hann verður dømdur til at verða á sama
greiðir Dánjal á Neystabø frá. - Ævintýraferðin var jú stak væl umtókt, og tað er eyðsæð, at vit raktu ein ella annan tørv, sigur Búi Dam. Nú eru teir tó aftur, og smæðast ikki við at siga, at teimum hevur [...] Ævintýraferðini hava verið eyðmerktar av, at børnini í stóran mun taka lut í framførsluni. - Tað er enn ein týdningarmikil partur av framførslunum hjá okkum, sigur Búi Dam, sum heldur, at børn í dag fáa ov nógv [...] Neystabø, sum tó viðgongur, at hann kanska romantiserar fortíðina eitt sindur. Búi Dam er tó samdur. - Eg havi varhugan av, at flotti grafikkurin í telduspølum og sjónvarpsrøðum ger, at børn rætt og slætt seta