Ævintýrið hjá Keiko

Í BÚRI. Gunnleyg Berg, sum er professionellur hondbóltsspælari hjá ÍBV, hevur í Vestmannaoyggjunum hitt Jeff Foster, ið er høvuðsvenjari hjá »Keiko«, ið er stórhvalurin, sum hevði høvuðsleiklutin í »Free Willy« filmunum. Nú skal Keiko venjast at svimja á opnum havi

 

Stórhvalurin Keiko varð fangaður, tá ið hann var tvey ára gamal, einar túsund míl frá Vestmannaoyggjunum. Hann gjørdist heimskendur eftir stuttari tíð, tá filmarnir »Free Willy« vórðu gjørdir í trimum pørtum. Keiko búði fyrsta árið í fangabúriðí Íslandi, síðani bleiv hann sendur víðari til Kanada, Meksiko og síðani Portland í Oregon. Eftir fleiri ára gransking, venjing og tilbúgving, er hann endiliga komin aftur til Íslands. Hesaferð fyri at verða latin leysur. Við serstakari venjing frá arbeiðsfólkunum hjá »Ocean Futures«, vóna tey, at Keiko skal verða fríur og leysur næsta summar. So er spurningurin »Willy or won´t he?«

Hvussu bleiv Keiko kendur?

Søgan um Keiko byrjaði, tá ið Warner Brothers skrivaðu eitt handrit til ein film, ið var um lívssøguna hjá einum stórhvali. Hesin filmurin varð kallaður »Free Willy«. Tað næsta, ið teir fóru undir, var at leita eftir einum hvali, ið kundi hava høvuðsleiklutin í filminum.

Hetta var ikki so lætt, av tí at tað bert vóru einir 50 stórhvalir í fangabúri, kring um í heiminum. Fyrireikararnir vóru í flest øllum djóragørðum og spurdu, men fingu bert nei til svar. Men í Mexico City varð játtað. Har funnu tey Keiko.

Filmurin varð gjørdur í 1993 og tá var Keiko 18 ára gamal. Filmurin varð vístur kring allan heim og vakti miklan ans. Eftir vælumtókta fyrsta filmin, vórðu tveir aðrir filmar gjørdir, "Free Willy" 2 og 3.

Hví til Íslands?

Eftir, at filmurin varð gjørdur, bleiv Keiko fluttur til North Port í Oregon, USA. Keiko var ikki í góðari venjing áðrenn filmurin varð tikin og tað bøtti ikki um støðuna, at hann varð fluttur til Oregon.

Har helt hvalurin til í tvey ár og hann bleiv bara verri og verri. Um Keiko skuldi verða verandi har, varð honum stutt lív lagað. Granskarar mettu, at hann hevði valla havt meira enn seks mánaðar eftir. So tíðin var komin til at taka eina sera álvarsama avgerð.

Filmarnir undir navninum "Free Willy" høvdu havt stóra ávirkan á børn. Og tað vóru eisini tey, ið høvdu stóra ávirkan á at fáa eitt betri tilhald til Keiko. T.d vóru tað fleiri skúlar, ið skipaðu fyri køkutombola og øðrum tiltøkum til frama fyri Keiko.

Høvuðsstuðulin í hesum varð og er ríkmaðurin Craig McCaw, ið vil gera alt fyri at tað skal eydnast at gera nýggja ævintýrið um "Free Willy" til veruleika.

Nú hin peningaligi parturin var komin upp á pláss, var bert eftir at finna eitt gott stað til hvalin at verða. Eitt stað, ið vónandi skuldi verða hansara síðsta tilhald, innan hann aftur gerst fríur á heimsins høvum.

Jeff Foster hevði ábyrgd av at finna hetta stað til Keiko. Ísland var nummar eitt á listanum, av tí at tað var jú her, hann varð funnin. Staðurin gjørdist Vestmannaoyggjar við suðurstrond Íslands.

Venjingin

Venjingin byrjaði av álvara eftir at Keiko kom úr Meksiko. Støða hansara var sera ring. Hann hevði hildið til í einum hyli, ið var alt ov lítil, so hann kundi hvørki kava ella svimja.

Tá Keiko kom til North Port í Oregon funnu tey út av, at hvalurin kundi ikki halda ondini longur enn tríggjar minuttir. So mátti hann upp at blása. Og hetta kann ein stórhvalur ikki klára seg við úti á tí stóra, víða havinum.

Venjingin gjørdist harðari og harðari frá november í fjør. Venjarin Jeff vil vera við, at Keiko aldri hevur verið betur fyri enn júst nú.

Kropsliga venjingin snýr seg í høvuðsheitum um, at hvalurin skal gera ymsar royndir, sum at svimja á rygginum, sláa við sveivini í bæði borð, leypa upp úr sjónum o.s.fr. Hetta verður gjørt fleiri ferðir um dagin og Keiko má gera alt hetta, bara fyri at fáa EIN fisk í løn afturfyri.

Av mati hevur Keiko áður bara fingið frystan fisk, so tað tók sína tíð, áðrenn hann vandi seg við "livandi" fisk. Í byrjanini kom hann bara aftur við fiskinum, sum hann fekk, eins og hann var vanur at gera við leikur, ið fólk kastaðu til hansara.

Tá máttu aðrir hættir takast í brúk. Tey byrjaðu við at kasta fiskin beinleiðis í kjaftin á honum. Tær fyrstu ferðirnar spýtti hann alt út aftur. Fyri at venja hann stig fyri stig, fekk Keiko fyrst frystan fisk, so tiðnaðan fisk og at enda feskan, livandi fisk.

Tey, sum venja hvalin, siga, at ein av størstu avbjóðingunum er at stimulerða heilan hjá Keiko, so hann kann klára seg sjálvan. So nú eru tey ikki úti í saman við honum longur og lata heldur ikki fólk sleppa at standa kring hylin. Hetta kemst av, at hvalurin gerst so forvitin, og tann uppmerksomheit, ið hann fær frá fólki, er ikki góð fyri venjingina , sigur Jeff.

Keiko elskar myndatól, leggur Jeff afturat. Roynt verður at fáa hvalin nærri knýttan at fyribrigdum, sum henda í havinum og til stórhvalir, ið eru hansara natúrliga umvørvi. Hetta er krevjandi bæði fyri Keiko og tey, sum venja hann, men sambandið við menniskjuni skal sum frá líður minka meir og meir. Alt hetta er jú til tað besta fyri Keiko seinni í tíðini.

Ringt veður í Vestmannaoyggjunum

Hóast tað mangan er sera vindhart í Vestmannaoyggjunum, má alt hetta gerast hvønn dag. Ein kann illani siga frá, hvussu harður vindurin her kann verða, tað má bara upplivast.

Ein dagin í regni og vindi, varð eg boðin at síggja eina venjing við Keiko. Tá fekk eg eina fatan av, hvørji krøv verða sett arbeiðsfólkunum, uttan mun til, hvussu veðrið er.

Jeff Foster og eitt av arbeiðsfólkunum høvdu nóg mikið at gera, bara at halda sær á fótum kring hylin, meðan vant varð. Eg lá harafturímóti í einari yvirlivilsisdrakt í einum opnum báti og helt fast um eina jarnstong og royndi so vítt møguligt at fáa alt við sum hendi.

Hetta var stuttligt at uppliva teir báðar dagarnar, eg fylgdi við venjingunum. Men hesi fólkini, ið fáast við Keiko, mugu arbeiða sjey dagar um vikuna uttan mun til veður og vind.

Orðatakið sigur: »Tað finst ikki ringt veður, men bert ring klæðir«. Men mark er fyri, hvussu langt tað røkkur.

Fyrstu ferð Keiko møtti stórhvalum

Tá teir sigldu út á tað opna havið, fylgdi Keiko eftir bátinum. Knappliga fingu teir eyga á eina røð av stórhvalum, sum høvdu tveir ungar millum sín.

Tá Keiko bráddliga svam yvir til teir, gjørdist hann sera bangin og hetta sama hendi við hinum hvalunum.

Keiko vendi og svam burtur frá teimum, meðan »villu« hvalirnir svumu aftaná honum. Orsøkin til hetta hevur ivaleyst verið, at villu hvalirnir hava verið bangnir fyri ungum sínum. Eins og ein hvør onnur mamma helst hevði verið.

Hetta var fyrstu ferð, at Keiko hitti aðrar stórhvalir í heili fimtan ár.

DNA

Granskarar siga, at stórhvalir frá ymiskum sjóøkjum hava ymiskar dialektir. Ein veit eisini, at Keiko kemur frá økinum kring Vestmannaoyggjar.

Granskararnir eru sannførdir um, at teir kunnu finna ta genetisku ættina hjá Keiko. Hetta kann gerast greitt við DNA royndum.

Um teir ikki finna ættina hjá honum, vóna tey at finna ein flokk av hvalum, ið vil taka Keiko til sín.

Um hann sleppir inn í ein flokk, kann eisini henda, at hann verður dømdur til at verða á sama støði sum ungarnir, av tí at hann hevur jú onga royndir saman við øðrum stórhvalum og fer ivaleyst at uppføra seg sum »børnini«.

Um Keiko verður útihýstur, ikki fer at trívast, ella um hann bara ikki klárar at fylgja við hinum, so kunnu tey altíð finna hann aftur og taka hann við sær heim. Hann er nevniliga merktur við einum sendara, so tað altíð ber til at vita, hvar hann er.

Um rætta familja hansara verður funnin aftur, halda og vóna tey, at familjan kennir Keiko aftur.

Jeff Foster sigur eisini, at tey hava nógv fleiri spurningar enn svar í løtuni. Hetta er eitt stórt eksperiment, ið aldri er roynt áður.

Tey vita ikki heilt, hvussu klók hesi djórini eru, men klók eru tey heilt vist. T.d um Keiko hevði møtt onkrum av venjarunum frá Mexico, hevði hann heilt vist minst til hann aftur. Og tey høvdu kunnað biðið hann gjørt venjingar, ið hann gjørdi fyri fimm árum síðani og hann hevði gjørt tað.

Tóna-boks

Tá venjingin byrjar, sendir sokallaða »tónaboksin« nøkur ljóð. Tá veit Keiko, at hann skal koma beint til staðið, ið ljóðið kemur frá.

Teir hava eina tónaboks har, ið teir venja Keiko, og eina í bátinum eisini. Tann í bátinum, verður bert nýtt tá teir eru úti á opnum havi. Venjararnir halda, at Keiko hoyrir tónaboksina, hóast hon er einar túsund metrar burturi. Um hann hoyrir hetta ljóðið, kemur hann altíð beinleiðis til bátin, har hann veit, at hann fær ein fisk afturfyri.

TDR: »Time dept recorder«

Hetta er eitt tól, ið venjingarfókini eisini hava í bátinum. Hetta hjálpir teimum at finna út av, hvussu skjótt hvalirnir ferðast, hvussu djúpt teir kava og hvussu leingi teir eru undir. Hetta er sostatt ein partur av granskingini av, hvussu teir skulu venja Keiko til ta tilveruna, ið hann vónandi kemur at fáa.

Fyri at fáa TDR tólið at virka, mugu venjararnir seta ein súgvikopp fastan á hvalin. Tað longsta, ið ein tílíkur súgvikoppur kann sita á einum hvali, er 44 tímar. Tey hava tilsamans 420 tímar av upplýsingum, sum eru fingnir gjøgnum TDR tólið. Hetta er ikki nógv, men tað er so tað tey hava, fram til dagin í dag.

Hornið

Hornið á hesum hvalinum hevur altíð verið boygt. Orsøkin til hetta er ivaleyst, at Keiko hevur havt alt ov lítið pláss at liva í.

Jeff heldur, at hvøljan er skædd og at hornið aldri kemur at rætta seg upp aftur. Tað eru eisini tríggir aðrir »villir« hvalir runt um her í Íslandi, ið hava sama boygda horn á rygginum. So hetta kann eisini henda, hóast teir ikki hava verið í fangabúri.

Ætlanin er, at Keiko skal verða ein fríur hvalur á sumri næsta ár, tá vit skrivað 2002. Um hetta ikki gongur og hann enn ikki er til reiðar tá, skulu tey so royna at finna honum eitt annað pláss at verða. Aðra staðni í Íslandi, ella í einum øðrum landi, so at tey kunnu granska hvalin nærri og ikki minst umhvørvi hansara, havið.

Vit mugu bara krossa fingrar og vóna, at ævintýrið gerst til veruleika!