so nógvur vindur, at tað ikki bar til at spæla fótbólt. Heldur var tað regnið, sum var orsøk til, at dysturin varð avlýstur. Tað vísti seg, at vøllurin megnaði ikki at svølgja regninum. Hyljarnir vóru so [...] og til leygardagin. Fyrsta bríksl var ætlað at vera klokkan 15.30 leygardagin, men tá var ikki hugsningur um at spæla fótbólt við Stórá í Trongisvági. Tað var eitt sindur av vindi, men tað var ikki so [...] so stórir á vøllinum, at tað bar ikki til at spæla fótbólt. Tí varð dysturin avlýstur. Nú er tað greitt, at útsetti dysturin verður spældur seinnapartin mánadagin. HB skal suður aftur mánadagin, tá ið fyrsta
um, at toskurin er hóttur, sum er orsøkin til avgerðina hjá fleiri svenskum kommunum. WWF mælir til, at toskur slett ikki verður keyptur - og tískil heldur ikki veiddur. Tað eru átta kommunur við svensku [...] ráðunum hjá WWF og soleiðis hava gjørt av ikki at hava tosk við í síni matskrá. Í Stokhólmi hava tey kortini ikki latið við seg koma og keypa framvegis tosk til matgerð. WWF er heimsfelagsskapur, sum arbeiðir [...] altjóða felagsskapinum WWF um ikki at keypa tosk yvirhøvur, hevur fingið átta svenskar kommunur at fylgja ráðunum Fleiri svenskar kommunur eru nú hildnar uppat við at keypa tosk til skúlar og stovnar, sum bjóða
hetta ber illa til, so leingi man ikki kann hava hetta á Hálsi. Hann sigur tó, at tað hevði kanska borið til at havt eina slíka konsert eitt hóskvøld fram til midnátt, men hetta hevði ikki verið tað sama [...] eins høgur, um ikki hægri, enn hvat hann er til 60ini, so hasa umberingina við aldrinum vil hann ikki heilt góðtaka. At høllin verður so illa slitin av ymisku dansitiltøkum, vil Finn ikki góðtaka, og hann [...] býráðið, er komið til ta niðurstøðu, at hetta er neyðugt, um høllini skal verða lív lagað. Birgir Sondum sigur, at tá ið høllin hevur verið karmur um til dømis eitt dansitiltak, er tað ikki tespiligt at ganga
av vindi, so eru umstøðurnar til at fáa ein góðan dag saman ikki heilt til vildar, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu. Ætlanin um felags ruddingardag í Vági er tó ikki slept. Av somu orsøk er ruddi [...] ruddingardag í dag. Men henda ætlanin fór í vaskið, tí veðrið ikki spælir við, og so er tann hugnin, sum felagsarbeiðið eigur at hava við sær, ikki til staðar. Nú gjørdist veðrið munandi verri enn forsøgnirnar [...] ruddingardagurin útsettur til leygardagin 30. Mai 2020, skrivar Vágs Kommuna.
viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Sirið Stenberg, at játtanin til skipanina, sum annars er góð, ikki altíð hevur fylgt við. Lærarar eru ørkymlaðir, og tað frættist javnan um børn, sum ikki fáa nøktandi [...] nøktandi tímatal i mun til tørvin. Dømi eru um, at familjur ikki hava annan valmøguleika enn at flyta av landinum, tí børn teirra ikki fáa neyðugu hjálpina. Sirið Stenberg spyr millum annað, hvør hevur ábyrgdina [...] ábyrgdina av at skipa skúlatilboð til børn við serligum tørvi í fólkaskúlanum.
Vestmanna Kommuna er ikki sinnað at rinda fíggjarligan stuðul til børn, sum vilja sleppa at ganga í privatskúla í Havn. Tað hevur bygdaráðið í Vestmanna einmælt samtykt. Kommunan rindar heldur ikki stuðul fyri [...] privatskúla. Vestmanna Kommuna hevur ikki áður fingið umsóknir um stuðul til frískúlar, men borgarstjórin sigur, at tey hava fleiri ferðir fingið umsóknir um stuðul til næmingar í Vestmanna, sum vilja leggja [...] eru ikki gingnar á møti og grundgevingin er, at Vestmanna Kommuna hevur 10. flokk í skúlanum. Tí heitti borgarstjórin, Pauli T. Petersen, tí á bygdaráðið um ikki at ganga umsóknini um stuðul til tey bæði
í Havn eru. - Vit mangla eldsálirnar, men vit vita ikki, hvar tær eru, staðfestir hann. Og hann heldur eisini, at rávøran trýtur ikki. Hóast tað ikki er so nógvur fiskur at fáa undir Føroyum, er góður [...] fiskiskapur aðrastaðni, so at tað átti at borið til at innflutt frystan fisk til virkingar á Bacalao. Hans Joensen sigur, at tey hava kortini ikki mist allar vónir um at fáa virksemi aftur á virkinum [...] hevði havt hug at fari undir virksemi á virkinum, kemur til skorin klæðir, tí alt er klárt at taka ímóti fiski. - Sostatt verður ikki talan er ikki um at møguligir íleggjarar fyrst skulu brúka stórar
kunnu elva til ótta ella, sum hava upplýsingar, ið ikki kunnu skjalprógvast, mugu ikki brúkast í eini roynd at selja eina ávísa vøru. Í marknaðarføringslógini stendur eisini, at handlar ikki mugu leggja [...] Lýsingar sum kunnu elva til ótta, og lýsingar við upplýsingar, ið ikki eru skjalprógvaðar, mugu ikki brúkast í eini roynd at selja eina ávísa vøru. Tað sigur Brúkaraumboðið, nú eisini handlar í Føroyum [...] varugan við, at lýsingin ikki helt seg til marknaðarføringslógina. Handilin segði í sølulýsingini, at maskan var góðkend at verja ímóti koronavirus. Men Brúkaraumboðið heldur ikki, at handilin kundi skjalprógva
eru at vísa seg ikki stór, ikki enn í hvussu so er. Vit skulu bara gera, sum vit altíð hava gjørt. Nevnliga lata sum um, alt er í lagi, tiga og samtykkja, til alt er avgjørt, og vit ikki fáa vent. Eingin [...] koma okkum til góðar, uttan mun til hvønn møguleikan, vit einaferð fara at velja. Teir hava fyri langari tíð síðani rent seg fastar í samráðingunum við danir, og innanhýsis megna teir ikki at semjast um [...] um, hvat teir sjálvir vilja. Snøgt sagt, tað sær ikki út til, at teir duga, og duga teir heldur ikki enn at síggja, at soleiðis er tað, ja so er eisini tragedian fullkomin.
ar til, at ein óheft nevnd nú skal kanna embætisførslu hansara í sambandi við Vágatunnilin. ? Tað er ikki vanligt at gera viðmerkingar til eina kanning sum ikki er liðug og tað fari eg heldur ikki at gera [...] átalu fyri. Hann sigur, at hevur enn ikki tikið støðu til kravið frá formanninum í Umboðsráðnum um at taka seg úr nevndini fyri Norðoyatunlinum. Hann vil heldur ikki siga nakað um, antin hann sjálvur heldur [...] Weihe hevur verið, at elarbeiðið í tunlinum er ikki lagt fyri SEV til góðkenningar áðrenn tað fór ígongd, soleiðis sum tað eigur. ?Tað er rætt, men tað er ikki óvanligt, tí treytirnar, sum SEV setir, eru