Í mong ár hevur Ítróttar- og Samkomuhøllin á Hálsi verið karmur um flest øll tiltøk, tað verði seg konsertir, dans ella annað, ið hava verið fyriskipað til ung í høvuðsstaðarøkinum. Nú er hetta farið í søguna, tí tað vísir seg, at slík tiltøk fara so illa við høllini, at tað als ikki loysir seg. Høllin er longu illa slitin, og konsertir og dansitiltøk gera bara støðuna enn verri.
Harmiligt men neyðugt
Umsjónarmaðurin í høllini á Hálsi, Birgir Sondum, sigur við Yngd, at hann er ógvuliga harmur um avgerðina, men leiðslan í høllini, sum er mannað við umboðum fyri ítróttarfeløgini og býráðið, er komið til ta niðurstøðu, at hetta er neyðugt, um høllini skal verða lív lagað.
Birgir Sondum sigur, at tá ið høllin hevur verið karmur um til dømis eitt dansitiltak, er tað ikki tespiligt at ganga og taka upp aftaná. Brotnar fløskur, spýggja, brotin WC og annað er gerandiskostur, og hóast tað fara nógvir arbeiðstímar til upptakið, so er hetta ikki altíð nokk. Birgir vísir á, at vanligani hava tey verið eini fýra fólk, sum hava vaska í einar átta tímar eftir eitt dansitiltak, soleiðis at høllin hevur verið í hampuligum standi, tá ið hon dagin eftir hevur verið karmur um okkurt ítróttartiltak, men tíverri hevur hetta ikki altíð verið nóg mikið.
Sum dømi um keðiligu avleiðingarnar av áðurnevndu tiltøkum, sigur umsjónarmaðurin, at slitnu strikurnar í gólvinum hava savnað okkurt lítið petti av brotnum glasi, og tað er komið fyri, at bæði fimleikarar og hondbóltsspælarar hava skorið seg av onkrum glaspetti. Birgir sigur, at óansæð hvussu ofta og leingi man vaksar strikurnar, so fær man ikki tryggjað seg ímóti slíkum hendingum.
Tað er fleiri ferðir roynt at nokta dansifólki inn við drykkivørum, tá okkurt tiltak hevur verið, men hetta vísir als ikki at bøta um støðuna, sigur Birgir Sondum, tí so er alt økið kring høllini dálkað við fløskubrotum og øðrum keðiligum. Samstundis førir hetta við sær, at dansifólki gongur og melur út og inn alla tíðina, vísir umsjónarmaðurin í høllini á.
Heldur ikki loysir tað seg at hava strangari eftirlit við dansifólkinum, tí vanligani hevur eftirlitið verið sera strangt, men tað er ógjørligt at hava ein kontrollør fyri hvørt dansifólk, tí tað er næstan neyðugt, um eftirlitið skal verða nøktandi, sigur Birgir Sondum. Tað vísir seg, at tað er trupult hjá ungdóminum at virða ognirnar hjá høllini, tá ið okkurt tiltak er á skránni, leggur Birgir aftrat.
Slitið á høllina á Hálsi hevur eisini ført við sær, at høllin hevur mist nøkur føst viðskiftafólk. Til dømis nevnir hallarvørðurin, at fyrr vóru prógvini hjá studentaskúlanæmingunum handaði í høllini, eins og fleiri av skrivligu próvtøkunum eisini vóru í høllini, men hetta er ikki longur, tí høllin ikki longur verður mett nóg góð til hetta.
60ini halda fram
Eitt dansitiltak, sum tó heldur fram í sama lag, er afturvendandi tiltakið hjá Neistanum, ið nevnist 60ini. Orsøkin til hetta er, sigur Birgir Sondum, at dansifólkið til hetta tiltakið er so væl hægri til aldurs, og at hesi fólk fara væl um í høllini. Hann vísir á, at eftir eitt slíkt tiltak tekur vaskingin einans helvtina av vanligu vaskitíðini eftir eitt tiltak fyri ung.
Birgir Sondum sigur, at tað er eitt spæl at taka upp eftir 60ini í mun til hini tiltøkini, og tað er næstan ikki komið fyri, at høllin hevur fingið nakran skaða av einum 60ara tiltaki.
Tað skal tó viðmerkjast, at høllin ikki er fullkomiliga stongd fyri konsertir og líknandi, tí hallarvørðurin sigur, at um onkur hevur hug til at skipa fyri einum tiltaki fyri ung, so er hann vælkomin til tað, um bert tiltakið endar áðrenn midnátt. Við hesum roynir høllin at forða fyri, at full ungfólk leita sær niðan í høllina.
"ung verða snýtt"
Ein av teimum, sum skipar fyri flestum konsertum og dansitiltøkum í Føroyum, er FC Music í Havn. Finn Jensen frá FC Music sigur, at eftir hansara tykki verða tey ungu í Havn snýtt fyri nakrar ordiligar tónleikaupplivingar. Hann vísir á, at honum stendur í boði at fáa bæði Toto, Maggie Reilly ella Deep Purple hendan vegin, men at hetta ber illa til, so leingi man ikki kann hava hetta á Hálsi. Hann sigur tó, at tað hevði kanska borið til at havt eina slíka konsert eitt hóskvøld fram til midnátt, men hetta hevði ikki verið tað sama, sum hann tekur til.
Finn Jensen sigur seg ikki skilja, at 60ini framhaldandi kunnu halda fram við dansi til langt út á náttina, tí FC Music hevur í mong ár skipað fyri einum countryfestivali, har miðalaldurin á dansifólkinum hevur verið eins høgur, um ikki hægri, enn hvat hann er til 60ini, so hasa umberingina við aldrinum vil hann ikki heilt góðtaka.
At høllin verður so illa slitin av ymisku dansitiltøkum, vil Finn ikki góðtaka, og hann nevnir í hesum sambandi, at tá ið Toto vitjaði her á klettunum, rindaði FC Music ikki færri enn 46.000 krónur fyri hallarleigu í tveir dagar, og hann fær seg ikki at trúgva, at slitið á høllina fyri tað konsertina hevur verið fyri meiri enn tað.
Einasti møguleiki fyri einum hampuliga stórum konsert- ella dansitiltaki í Havn er í Badmintonhøllini. Finn Jensen sigur, at hetta er langt frá tað sama sum á Hálsi, millum annað tí at Badmintonhøllin hýsir ikki meiri enn gott helmingin av tí, sum høllin á Hálsi ger, og hetta hevur sjálvsagt stóran fíggjarligan týdning fyri fyrireikararnar.
Finn Jensen sigur, at høllin á Hálsi er almenn ogn, og at tað tískil skuldi verið ein skylda hjá býráðnum at borið so í bandi, at ungdómurin eisini slapp at húsast har til annað enn ítrótt. Hann sigur seg heldur ikki síggja nakran logikk í at siga, at ung sleppa at verða í høllini til midnátt, men heldur hetta verða beinleiðis dupultmoralskt og bara at vera ein hátt at frysta ungdómin úti.
Í ár hevur FC Music bert skipað fyri einum konserttiltaki, og var hetta í Runavík. Í hesum sambandi skipaði fyritøkan fyri flutningssambandi til konsertina við Pride seint á kvøldi, men Finn sigur, at hetta var hann ikki serliga fegin um, eins og hann heldur ikki var fegin um at senda ungfólk við bussi inn á Kambsdal í hálku seinasta vetur.
Hvussu verður við konsertum í Føroyum við kendum útlendskum nøvnum í framtíðini, veit Finn Jensen ikki at siga, men hann sigur seg tó vóna, at tað fer at finnast onkur millumvegur, sum partarnir kunnu verða nøgdir við.