Gilli Rólantsson fekk fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Brann Bergen á útivølli hjá gamla føroyingafelagnum, Sogndal spældi javnleik 0-0, sum merkir, at Brann Bergen liggur framvegis á øðrum plássi [...] liðfeløgunum at halda fast og bjarga sær eina stigið heimaftur til Bergen. Sambært Bergens Tidende var Gilli Rólantsson við í onkrum álopi hjá Brann Bergen, sum burdi givið størri úrtøku. Í komandi umfari hevur [...] heimavøll ímóti botnliðnum Lillestrøm. Tann dysturin verður leiktur sunnudagin 16. oktober. Nú fer Gilli Rólantsson at gera klárt at fara við landsliðnum til Riga í Lettlandi, har HM-undankappingardystur
Gilli Rólantsson slapp at spæla allan seinna hálvleik tá lið hansara, Brann Bergen á útivølli tapti heili 0-5 móti oddaliðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Bodø/Glimt. Í fyrra hálvleiki var reint galið [...] Brann Bergen. Tá skoraði heimaliðið ikki færri enn fýra mál, og alt var avgjørt í fyrra hálvleiki. Gilli kom á vøllin fyri Taijo Teniste, og í tað bleiv ikki verri enn ilt í seinna hálvleiki. Heimaliðið
Í kvøld spældu Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Vejle fimta dystin í donsku superliguni hetta kappingarárið, og aftur í kvøld endaði tað við einum tapi til Vejle. Vejle tapti í kvøld á útivølli 1-2 [...] tó German Onugkha at javna til 1-1, men stutt undan dystarendanum misti Vejle eitt kærkomið stig. Gilli kom á vøllin tá 65 minuttir vóru leiktir av dystinum. Vejle er aftast í superliguni við ongum stigi
Føroyski landsliðsspælarin hevur spælt við Vejle síðani í summar, men tað bliv bara til sjey dystir. Gilli Rólantsson tók øll á bóli, tá hann í mars mánaði skifti til TB, men tað var allatíð við tí fyri eyga [...] steðga her, sigur ítróttarstjórin í Vejle, Marius Adrian Nicolae. Ítróttarstjórin leggur afturat, at Gilli Rólantsson hevur verið ein góður liðfelagi hesa tíðina og atburðurin er sum hjá einum yrkisspælara
javnleikur og eitt tap vóru úrslitini hjá føroyingafeløgunum í Noregi hetta vikuskiftið. Brann og Gilli Rólantsson vunnu 1-0 á útivølli móti Sandefjord, og hava fingið sær eina lúku ovast á stigatalvuni [...] i. Brann hevur 19 stig eftir fyrstu sjey dystirnar. Rosenborg á øðrum plássi, hevur 14 stig. Gilli spældi allan dystin í gjár, men hesaferð afturi á vinstra bakki. Hann hevur annars spælt nógv sum vongspælari
Gilli R. Sørensen fekk 87 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Odd vunnu 1-0 á Sarpsborg á heimavølli. Sigursmálið skoraði Milan Jevtovic í 25. minutti. Sambært hagtølunum var talan um einastu [...] einum liði úr næstbestu deildini við kappingarlok. Odd spælir aftur sunnudagin 28. august. Tá spæla Gilli og liðfelagarnir á útivølli móti Aalesund.
væl hjá Gilla R. Sørensen og hansara liðfeløgum í Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini. Í dag vunnu Gilli og liðfelagarnir stórsigur 5-1 á Strømsgodset á heimavølli. Talan er um triðja sigurin á rað hjá Odd [...] økti til 4-1 tá 83 minuttir vóru farnir av dystinum. í 88. minutti staðfesti Abel Stensrud sigurin. Gilli fekk 72 minuttir á vøllinum í dag. Í seinastu 11 dystunum í bestu deildini hevur Odd sjey sigrar,
GIlli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini. Tað er greitt aftaná 3-2 sigurin hjá Odd á Jerv á útivølli aftaná longda leiktíð. Gilli spældi
Gilli R. Sørensen kom á vøllin tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum hjá Odd á útivølli móti Molde í bestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld. Tá Gilli kom á vøllin var Odd aftanfyri 0-3. Tað kom einki mál [...] mál aftrat meðan Gilli var á vøllinum. Mótbrekkan hjá Odd bleiv brøtt longu í 33. minutti tá Odin Bjørtuft var vístur av vølli tá hann fekk seinna gula kortið. Samstundis fekk Molde eitt brotsspark, ið
Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Odd fyrr í dag leiktu javnleik 1-1 móti Aalesund á útivølli í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini. Aalesund legði seg á odda í 32. minutti