info
Ongi úrslit

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Landsstýrið vil ikki hava smáar fjølmiðlar í 16 ávísum býum og bygdum í Føroyum

Eirikur Lindenskov
18. november 2026 kl. 06:56

Tað kann illa tulkast sum annað enn liður í herferð ímóti fjølmiðlum í Havn, at Løgtingið í dag fer at viðgera uppskot, sum sigur, at í 16 bygdum og býum í Føroyum vil landsstýrið ikki hava fjølmiðlar. Orsøkin er, at hesar bygdir og býir eru partur av Tórshavnar kommunu.

Um hetta er ein partur av nýskipanunum, sum samgongan gjørdi sær sum vørumerki, skal vera ósagt. Men margháttligt tykist tað eitt nú, at Ben Arabo og Fróði Magnussen, sum vanliga verða fataðir sum politikarar, ið hugsa upp um kantin á flokspolitisku grulvigørðunum í Løgtinginum, fara at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti, har endamálið er at gera mun á fólki og virkjum alt eftir, hvørji kommunu tey eru skrásett í.

At tað so er ein landsstýrismaður í flokkinum, sum einaferð kallaði seg »Vinnuflokkurin«, sum ber slíkt vinnufíggindaligt uppskot í tingið sigur ikki so lítið um vinnupolitiska tilvitið hjá manni og flokki og samgongu – ella beinleiðis vantandi royndir og vitan um at reka vinnu, sum annars hevði verið góð bakgrund hjá øllum politikarum at havt, ikki minst hjá landsstýrisfólki.

Royndi vinnulívsmaðurin og búskaparfrøðingurin Fróði Magnussen skal atkvøða fyri, at fjølmiðlar í hansara býi ikki skulu hava sama lut í miðlastuðlinum, sum fjølmiðlar úr heimabeitinum hjá Bárði á Lakjuni í Fuglafirði og í Eysturkommunu.

Og royndi vinnulívsmaðurin og íversetarastjórin Ben Arabo skal atkvøða fyri, at ein fjølmiðil í grannalagnum hjá honum á Oyrareingjum ikki sleppur at søkja um sama miðlastuðul, tí bygdin er partur av Tórshavnar kommunu. Men har búgva bara 39 fólk???

Vit hava sæð nógvar royndir at forfordeila pengar úr Havn og út á bygd, tí at politikarar halda, at Havnin fær ov nógv.

Í hesum føri fer landsstýrismaðurin longur. Hann smekkar bara til og revsar 16 bygdir og býir – harav 15 teirra hava »færri íbúgvar enn 10.000« sum hann heldur vera magiska markið fyri at sleppa undan at fjølmiðlar í Havn fáa for nógv.

Í Havn búgva sambært seinastu hagtølum frá Hagstovuni 14.339 fólk.

Men í øllum hinum bygdum og býum í Tórshavnar kommunu búgva færri enn 10.000 fólk.

1.        Tórshavn: 14.339

2.        Hoyvík: 4.699

3.        Argir: 2.759

4.        Kollafjørður: 813

5.        Velbastaður: 261

6.        Kaldbak: 239

7.        Nólsoy : 217

8.        Signabøur: 149

9.        Hvítanes: 95

10.  Kirkjubøur: 79

11.  Oyrareingir: 39

12.  Hestur: 15

13.  Syðradalur, Streymoy: 10

14.  Norðradalur: 9

15.  Kaldbaksbotnur: 7

16.  Sund: 1

– Hví skal ein fjølmiðil í Hoyvík ikki hava sama rætt til stuðul sum ein fjølmiðil í Klaksvík, ið hevur fleiri íbúgvar?

– Hví skal ein fjølmiðil á Argjum ikki hava sama rætt til stuðul sum ein fjølmiðil í Fuglafirði?

– Hví skal ein fjølmiðil í Kollafirði ikki hava sama rætt til stuðul sum ein fjølmiðil á Skála ella á Tvøroyri sum hava á leið sama fólkatal?

– Hví skal ein fjølmiðil í Nólsoy ella Kaldbak ikki hava sama rætt til stuðul sum ein fjølmiðil í Sumba ella á Oyri?

Soleiðis kundu vit hildið á at samanborið bygdir og býir í Føroyum.

Men eftir stendur, at landsstýrismaðurin og – men vónandi ikki – øll samgongan, ynskir at forfordeila nøkur fólk í Føroyum, tí tey eru partur av Tórshavnar kommunu, sjálvt um tey búgva á smáplássum.

Hetta er ikki skynsamur politikkur. Hetta er politikkur, har arbeiðið er av handahógvið merkt. Landsstýrismaðurin átti at havt lurtað eftir hoyringssvarunum, sum hann fekk. Men tað valdi hann ikki at gera.

Í Løgtinginum eru fleiri vaksin fólk – so har átti ein slík mismunarlóg ikki at vunnið frama.

Umframt tað, at landsstýrisamaðurin skerjir fjølmiðlar í Tórshavnar kommunu so er samlaða stuðulsupphæddin eisini skerd í fíggjarlógaruppskotinum. So ætlanin hjá landsstýrinum er ikki at geva fjølmiðlum tað lyft, sum undanfarna samgonga ætlaði. Tað kunnu vit bara harmast um.

Men at lóggeva ein mismun móti fjølmiðlum í Tórshavnar kommunu, tað eigur Løgtingið ikki at gera.

Tað er ilt at síggja endamálið hjá landsstýrinum í hesum máli. Tí heldur enn at royna at styrkja teir fjølmiðlar, sum eru, so roynir landsstýrismaðurin at petta miðlastuðulin sundur í smáar bitar, so at stuðulin lítla og onga nyttu ger. Tá er lítið vunnið – sjálvt um hann hevur lagt fjølmiðlum í Havn fótonglar í vegin.

– Er tað Tik-Tok, influensarum og skíggjum, sum landsstýrismaðurin er so hugtikin av, so sig tað.

– Ynskir landsstýrismaðurin at sleppa av við prentaðu bløðini, so sig tað.

– Ikki koma við uttanumtosi og niðurgerandi betrivitan um fjølmiðlar.

– Tú hoyrir svarið frá Arbeiðsgevarafelagnum, og tú hoyrir svarið frá etableraðu fjølmiðlunum. Spyr onkran, sum hevur skil fyri vinnu, um tað, sum tú ikki veitst um vinnulív sjálvur. Tú hevur fleiri slíkar í tínum egna flokki.

Landsstýrið ætlar at lóggeva mismun fyri hesir býir og bygdir. Fólk í hesum býum og bygdum hava ikki sama rætt at søkja miðlastuðul, sum fólk aðra staðni í Føroyum. Orsøkin er, at tey eru partur av Tórshavnar kommunu:

Býur ella bygd

Íbúgvar 1. oktober 2026

Tórshavn

14.339

Hoyvík

4.699

Argir

2.759

Kollafjørður

813

Velbastaður

261

Kaldbak

239

Nólsoy

217

Signabøur

149

Hvítanes

95

Kirkjubøur

79

Oyrareingir

39

Hestur

15

Syðradalur, Streymoy

10

Norðradalur

9

Kaldbaksbotnur

7

Sund

1

Koltur

0

Mjørkadalur

0

Tilsamans

23.731

Búpláss í Føroyum eftir fólkatali

Fólkatal 1. oktober 2026. Býir og bygdir í Tórshavnar kommunu eru merkt við feitari, reyðari skrift. Miðlar við høvuðssæti har falla uttan fyri kommunumarkið fyri staðbundnan stuðul í uppskotinum.

Eirikur Lindenskov

blaðstjóri

Sosialurin og in.fo

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál í EHF European League

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Portugal tryggjaði sær fyrsta plássið

7 tímar síðan
Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

8 tímar síðan
Tíðindi

21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna

9 tímar síðan
Ítróttur

FM í skúlatalvi: Skúl­in á Fløt­um vann fyrsta dag­in í FM í skúlatalvi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Haaland av­gjørdi í yvir­tíð­ini – Dan­mark skal spæla um at varð­veita plássið

9 tímar síðan
Hondbóltur

EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli

10 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur og TTH Holstebro taptu

10 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin

11 tímar síðan
Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

13 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

13 tímar síðan