info
Ongi úrslit

Politiska støðan: Nú er løtan

Danmark vil fegið hava bæði Grønland og Føroyar, so ella so, undir sínum veingjabreiði.

Líggjas í Bø
23. november 2026 kl. 14:03

Nú fer aftur at byrja eitt nýtt umfar av samáðingum – við danskari vælvild – um at loyva føroyskari ítrótt upp í altjóða kappingarnar. Tað verður nógv donsk vælvild sýnd, men einki fer at koma burturúr ......

Stundin er komin at taka upp nýggjan tátt.

Løgmaður eigur beinan vegin at senda sambandsformannin til hús. Og geva Danmark greið boð um, at nú takka vit fyri okkum. 

Vit taka upp annan tátt:

fremja tað, sum flest allir hava droymt um: yvirtaka alt ræði yvir landi okkara og seta á stovn sjálvstøðuga státin Føroyar, við egnari grundlóg – og avsiga samstundis danska kongin.

Land okkara er væl fyri og væl skipað og kann saktans standa á egnum beinum. Vit fara at halda okkum til norðurlanda samstarvið. 

Samstundis skifta vit uttanríkispolitisku kósina, og taka straks upp samráðinar við Noreg um samvinnu.

Noreg er tað norðurlandið, sum liggur stytst frá okkum landafrøðiliga. 

Og føroyingar og norðmenn eru næstu skyldmenn: av norskari rót báðir. Hetta er sera týdningarmikið.

Og vinnuliga líkjast vit nógv. Og okkara veldiga sjóøki liggur uppat tí norska.

Einki er at ivast í, at vit kunnu fáa eina betri loysn enn tað, vit hava nú.

 

Líggjas í Bø

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hjálp - jólamaðurin er rýmdur av loftinum

15 minuttir síðan
Tíðindi

Altjóða brekdagur og 45 ára hald hjá MEGD

24 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

54 minuttir síðan
Tíðindi

Íslendskir bóndir í øðini: Fáa lítið og einki fyri ullina

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fehmarn-projektið mennist

1 tími síðan
Tíðindi

BYD fær sølu­forboð í ES – Ti7 lík­ist Land Rov­er De­fender ov nógv

1 tími síðan
Tíðindi

Týskir miðlar: Russland vil hava kjarnorkuvápn í rúmdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Akranes úti fyri Suðurafrika á veg til Belgia

2 tímar síðan
Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Smuglaði 43 kilo av ko­ka­ini við Norr­ønu – fekk níggju ára fongsul

3 tímar síðan
Tíðindi

Næmingar sendir heim í donskum skúlum eftir bumbuhóttanir

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

3 tímar síðan