Við at kommunustýrið eigur avgerðina er talan um, at meiriluti skal verða í kommunustýrinum. Demokratiið ræður.
Kommunustýrið tók avgerð um málið á býráðsfundinum 17. september. Fyrst við at atkvøða um málið skuldi til atkvøðugreiðslu. Ein greiður meiriluti á 9 fyri og 4 ímóti. Fyri vóru Annfinn Brekkstein, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen, Kári Johansen, Tróndur Sigurðsson, Heðin Mortenssen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Bergur Robert Dam Jensen og Kristianna W.Poulsen. Ímóti vóru Elsa Berg, Anita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe og Guttormur í Skála.
Síðan var atkvøtt um málið at flyta Eldradepilin. Úrslitið var ein meirilut á 7/6, og var málið hervið samtykt í býráðnum. Fyri vóru tey somu sum í fyrru atkvøðugreiðsluni, tó at Heidi Lava Elgeirsdóttir og Kristianna W. Poulsen nú vóru ímóti.
Meirilutin hevur talað, meðan tað sum er farið fram eftirfylgjandi kann lesast í gomlum greinum.
Býráðsfundur er í dag kl. 16:00
Nú hevur Heidi Lava Elgeirsdóttir valt at leggja eitt sjálvstøðugt mál fyri býráði, sum snýr seg um mítt gegnið. Býráðið skal enn einaferð taka støðu til mítt gegni í málinum.
Stórur áhugi hevur verið at borið málið fram uppá allan hugsandi hátt, har fakta ongan týdning hevur havt.
Hetta fær sjón fyri søgn, tá ið hetta enn einaferð skal til viðgerðar í býráðnum í dag kl. 16:00
Eg havi fyrr ført fram, at eg frøist um at hava fingið harða húð í vøggugávu, tí her er hon veruliga komin til sín rætt. Hetta er ikki fyri sartar sálir.
Mítt lyftið var at verða við í at fremja avtalur og fylgja teimum fult út. Meira hevur ongantíð ligið í málinum, enn vísa tí ábyrgd, veljarin hevur givið mær. Samgonguskjalið sigur greitt, hvat avtalan er í hesum málinum.
Eg havi tikið ábyrgd, vil finna loysnir har stígur er í og taka avgerðirnar, ið skula til. Fyri bygd og bý, fyri alla kommununa.
Við at steðga málinum hevur Kollafjørður verið hildin til gísla seinastu tveir mánaðirnar
Mín vón skal tí verða, at tað steðgar í dag eftir fundin kl. 16:00.
Eg leggi mítt álit á býráðslimir, ið atkvøddu fyri uppskotinum 17. september at halda fast.
Eg havi framvegis eina vón um, at tá tað kemur til endaligu støðutakan, so heldur restin av býráðnum seg til samgonguskjalið. Avtalurnar, ið vit hava gjørt, við lyftum givin borgarinum og allari kommununi.
Bergur Robert Dam Jensen
Býráðslimur