info
Ongi úrslit

Vit hava hvønannan

Tað er í hvørjum øðrum, vit finna styrki. Í tí, vit geva, deila og skapa saman. Tað er tað, ið bindur okkum saman.

Helena F. Jørmundsson
10. november 2026 kl. 15:23

Eg minnist fyrstu ferð, tá eg sat saman við øðrum foreldrum, sum skiltu okkum og okkara familju. Uttan at eg mátti forklára. Uttan at eg mátti royna at pynta uppá veruleikan. Vit tosaðu ikki um diagnosir, men um okkara lív. Um gerandisdagin og um avbjóðingar, stúranir, møguleikar og framtíðina. Tí lívið við einum barni, sum ber brek, er nakað heilt serligt. Serliga avbjóðandi, serliga øðrvísi, men eisini serliga gott. 

Eg minnist, hvussu gott tað var at fáa kensluna, at verða hoyrd, og hoyra til. At nú sat eg saman við fólki, sum skiltu okkara støðu. Hóast okkara ymiskleikar vóru nógvir, var tað, vit høvdu til felags, sterkari enn alt, ið skildi okkum.

At vera foreldur til eitt barn, sum ber eitt brek, er ikki bert ein broyting, men ein kollvelting. Gamaní, tað elur fram ein djúpan kærleika, men eisini løtur við ógvusligum einsemi. Tí hóast familja og vinir eru har, stuðla og lurta, eru tað summir tankar og kenslur, sum bert tey, ið eru í somu støðu, veruliga kunnu skilja. 

Tí er tað ein gáva, tá tú finnur onnur foreldur í somu støðu. At síggja seg sjálvan í hvørjum øðrum. At siga "eg kenni tað" og vita, at tað er satt.

Tí bjóðar Javni til eitt hugnakvøld fyri foreldur og avvarðandi - eitt rúm, har tit kunnu møta onnur í somu støðu. Práta, lurta og bara njóta løtuna saman. 

Vit bjóða sliders og drekkamunn, okkurt søtt afturvið, og tónleik við Tina Mellem.

Nær: 11. november 2026, kl. 19.00

Hvar: Hjá Javna, Hoydalsvegur 42

Tilmelda teg her: tlf. 208090

 Hjartaliga vælkomin,

Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

9 minuttir síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

17 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

19 minuttir síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

45 minuttir síðan
Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

1 tími síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

1 tími síðan
Tíðindi

Samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar fyri í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar við í felags yvirlýsing um talgilt sjálvræði

1 tími síðan
Lesarabrøv

Eitt samfelag verður mátað eftir, hvussu vit taka okkum av teimum veikastu

1 tími síðan
Tíðindi

Jólahugni í Leirvík

1 tími síðan
Tíðindi

Sigurð í Jákupsstovu settur sum stjóri á Vørn

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

2 tímar síðan