info
Ongi úrslit

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

Eftir eina sera væl eydnaða konsert í OY í fjør kemur Nashville Nights aftur til Føroya. Leygarkvøldið 19. september fara Kristel Lisberg og amerikonsku sangskrivararnir Blue Foley og Eric Erdman á pall í einum autentiskum Nashville Writers Round.

Eirikur Lindenskov
5 tímar síðan

Nashville Nights er partur av einum altjóða danskt-amerikanskum konsertkonsepti, sum byggir brúgv millum Nashville og norðurlendska tónleikapallin. Í einum Writers Round sita artistarnir saman á pallinum, skiftast um at framføra sínar sangir og fortelja søgurnar aftan fyri teir.

Áhoyrararnir kunnu tí vænta eitt nærverandi og persónligt kvøld við sterkum sangum, áhugaverdum søgum og humori - júst soleiðis, sum tað verður upplivað í Nashville.

Føroyska countrysongkvinnan Kristel Lisberg stendur fyri at skipa tiltakið í Føroyum. Hon hevur í fleiri ár ferðast til Nashville, har hon hevur skrivað og innspælt tónleik saman við amerikanskum sangskrivarum og framleiðarum. Við Nashville Nights ynskir hon at geva føroyskum áhoyrarum ein smakk av tí serligu sangskrivaramentanini, sum Nashville er kent fyri.

Blue Foley er Grammy-tilnevndur sangskrivari, artistur og framleiðari og er stovnari av Nashville Nights. Hann hevur meira enn 20 ára royndir í Nashville og hevur fingið yvir 250 sangir innspældar av øðrum artistum.

Eric Erdman er amerikanskur sangskrivari, guitaristur og troubadour, kendur fyri sín sterka frásøguhátt og humor. Sangir hjá honum eru millum annað innspældir av The Red Clay Strays.

Saman skapa tey eitt kvøld, har føroyskur og amerikanskur countrytónleikur møtast, og har sangirnir, søgurnar og menniskjuni aftan fyri teir eru í miðdeplinum.

Nashville Nights verður í OY leygarkvøldið 19. september.

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

9 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

29 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar amerikanarum 5.000 dollarar fyri valsigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan
Tíðindi

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

SEXAGINTA: Hansina Iversen í Steinprenti

5 tímar síðan