info
Ongi úrslit

Trump lovar amerikanarum 5.000 dollarar fyri valsigur

Allir vaksnir amerikanskir ríkisborgarar skulu fáa góðar 32.000 krónur, um Republikanararnir vinna meirilutan í báðum kømurunum í Kongressini í november, sigur forsetin.

Eirikur Lindenskov
4 tímar síðan

Amerikanski forsetin, Donald Trump, lovar nú at gjalda øllum vaksnum amerikanskum ríkisborgarum 5.000 dollarar, um Republikanararnir vinna meirilutan í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum á miðskeiðsvalinum í november.

Tað segði hann í eini røðu á flokstinginum hjá Republikanarunum í Dallas í Texas.

– Um Republikanararnir vinna Umboðsmannatingið og amerikanska Senatið, fari eg, vegna okkara stóru búskaparligu framgongd, at gjalda øllum vaksnum ríkisborgarum í USA eitt vinningsbýti á 5.000 dollarar, segði Trump sambært Reuters.

Hann setti eisini eina treyt fyri nýtsluni av pengunum:

– Einasta treytin, eg seti, er, at vinningsbýtið, vit gjalda út, skal brúkast í USA.

Enn er ógreitt, hvussu útgjaldið skal skipast. Fleiri miðlar vísa eisini á, at ógreitt er, um eitt slíkt útgjald yvirhøvur er lógligt.

Lyftið kemur, meðan Trump roynir at savna flokkin undan miðskeiðsvalinum. Republikanararnir hava vánaligar valforsagnir, lítla undirtøku og vaksandi ónøgd við kríggið í Iran at dragast við.

Eyka flokstingið, sum verður hildið 9. og 10. september, hevur fingið heitið „Trump-A-Palooza“. Sambært AP er hetta fyrstu ferð, at Republikanararnir skipa fyri einum landsumfatandi flokstingi undan einum miðskeiðsvali.

Málið er at fáa veljararnar hjá Trump á val, hóast forsetin ikki sjálvur stendur á atkvøðuseðlinum.

– Eg biði tykkum lata sum um, at eg eri á atkvøðuseðlinum – eg eri á atkvøðuseðlinum, eg eri á atkvøðuseðlinum – bara eina ferð afturat, segði hann sambært AFP.

Trump ávaraði eisini um avleiðingarnar, um flokkurin tapir.

– Um vit tapa, missa tit tykkara mark, tit missa tykkara skattalættar, tit missa tykkara trygd og tryggleika, segði hann sambært AFP.

Sambært eini valforsøgn hjá Decision Desk HQ standa Demokratarnir til at vinna meirilutan í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum, skrivar AFP.

Lyftið kann gerast sera kostnaðarmikið. Við støði í amerikanskum fólkatølum frá 2024 hevði eitt útgjald á 5.000 dollarar til hvønn vaksnan amerikanskan ríkisborgara kostað umleið 1.230 milliardir dollarar. Við krónutalinum í Ritzau-tíðindunum svarar tað til umleið 7.850 milliardir krónur. Endaliga upphæddin veldst tó um, hvørji verða fevnd av skipanini.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

9 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

29 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan
Tíðindi

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan
Tíðindi

SEXAGINTA: Hansina Iversen í Steinprenti

5 tímar síðan