info
Ongi úrslit

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Fólkatalið er farið niður um 1.700. Kommunan hevði avlop í flytingunum til og úr útlondum, men tapti íbúgvar til aðrar partar av Føroyum.

Eirikur Lindenskov
1 tími síðan

Tvøroyrar kommuna hevði 1.699 íbúgvar 1. august í ár. Árið fyri vóru teir 1.735. Tað er ein minking á 36 fólk, ella 2,1 prosent, og størsta afturgongdin í tali millum føroysku kommunurnar.

Ein samanlegging av mánaðartølunum hjá Hagstovuni fyri august 2025 til juli 2026 vísir, at innlendis flytingarnar viga tyngst í afturgongdini.

Innlendis flytingarnar góvu kommununi eitt samlað tap á 33 fólk. Hinvegin góvu flytingarnar til og úr útlondum eitt avlop á sjey. Tilflytingin úr útlondum var 50, meðan fráflytingin til útlond var 43.

Í sama tíðarskeiði vórðu 11 børn fødd, og 21 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt minus 10. Saman við flytingunum gevur tað eina samlaða minking á 36 fólk.

Størsta afturgongdin í tali var á Tvøroyri, har fólkatalið minkaði við 16, niður í 851.

Í Ørðavíkslíð minkaði tað við 14, úr 59 niður í 45. Tað svarar til nærum fjórðingin av íbúgvunum har.

Í Trongisvági vóru átta færri íbúgvar, meðan fólkatalið í Froðba var óbroytt. Í Ørðavík vóru tvey fleiri.

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

9 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

29 minuttir síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar amerikanarum 5.000 dollarar fyri valsigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan
Tíðindi

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan
Tíðindi

SEXAGINTA: Hansina Iversen í Steinprenti

5 tímar síðan