info
Ongi úrslit

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

Dagfinn Olsen
45 minuttir síðan

Leygarkvøldið 12. september verður hugnaliga bygdin Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna, sum hevur til endamáls at kveikja hugin at lurta eftir søgum og menna kynstrið at siga frá søgum. Nýggju kvinnur og menn fara at siga frá søgum í seks ymiskum støðum, og fyri at hoyra tær ymisku søgurnar verður gingið hús úr húsi. Harumframt verður eisini sangur og føroyskur dansur.

Søgugongan byrjar kl. 19.00 í aldargomlu vøkru trækirkjuni við frásøgn og felagssangi. Síðani byrjar sjálv søgugongan, har vit sleppa inn í serstøku húsini í Kinn, Víkahúsini, Ansastovu, Húsini á Breyt og gamla skúlan, har húsaveggirnir eisini siga sínar søgur. Tey, ið fara at siga frá hesaferð eru Bárður Árnason, Ingolf Joensen, Knút Háberg Eysturstein, Magni Arge, Noomi Reinert, Rani Nolsøe, Ria Tórgarð og Vígdis T. Klein. Vit fara at hoyra alt frá lokalum søgum til søgur úr stóru verð, um Eiðismenn, abbasystrar, huldusøgur og tað, sum hendir 'aftanfyri gardinurnar'.

Søgugongan endar eins og hon byrjar; í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl, og brøðurnir Hans og Høgni H. Debes fara at framføra nakrar av fólkakæru sangunum hjá Regini. Síðani verður farið upp á gólv í hugnaliga gamla skúlanum, og tað er Kári Sverrisson, ið skipar dansin.

Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá, kort og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 til 19.00 ber eisini til at keypa mat og drekka har.

Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta.

Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á Facebook vangamyndini "Søgufrøi".

Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Mentamálaráðnum.

Atgongumerki fáast á á loksholl.fo

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

18 minuttir síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

29 minuttir síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

14 minuttir síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

15 minuttir síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

25 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

29 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

1 tími síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar amerikanarum 5.000 dollarar fyri valsigur

4 tímar síðan