info
Ongi úrslit

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

Lesandi, sum koyra langt í skúla, eiga at kunna fáa ferðastuðul eins og fólk, ið ferðast til arbeiðis, heldur Eirikur í Jákupsstovu. Hann biður nú um tøl, sum kunnu verða grundarlag undir einum lógaruppskoti.

Eirikur Lindenskov
2 tímar síðan

Fleiri túsund krónur um árið kunnu gera mun hjá lesandi og lærlingum, sum hava langan veg millum heim og skúla.

Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi og lærlingum.

Hann vil hava greiði á, hvussu nógv ferðast til undirvísing í Føroyum, hvussu langt tey hava at fara, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta.

Endamálið er at fáa eitt grundarlag fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti.

Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum, sum skulu til undirvísing.

Hóast lesandi hava atgongd til serligt ferðakort, er tað sambært honum hjá einum stórum parti antin ógjørligt ella sera avbjóðandi at ferðast millum heim og skúla við almennari ferðslu. Tí nýta nógv egnan bil.

Hann samanber við ferðastuðulin til fólk, sum ferðast til arbeiðis, og nevnir trý dømi um, hvat ein líknandi stuðul kundi givið við 200 skúladøgum um árið:

  • Ein næmingur úr Havn, sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur.

  • Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur.

  • Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur.

Hetta eru dømi úr fyrispurninginum um møguligan stuðul, ikki upphæddir, sum lesandi nú hava rætt til.

Eirikur í Jákupsstovu heldur, at stuðulin kundi verið eitt gott íkast hjá nógvum. Samstundis kundi hann minkað um trýstið á at finna bústað beint við undirvísingarstaðið.

Hann leggur tó ikki upp til, at lesandi skulu fáa stuðul úr báðum skipanum samstundis. Fær ein ferðingina stuðlaða við ferðakorti hjá SSL, skal viðkomandi sambært hugsanini ikki eisini fáa hin ferðastuðulin.

Landsstýrismaðurin verður biðin um at býta tey lesandi eftir ferðalongd og upplýsa, hvussu nógv eisini ferðast sjóvegis ella gjøgnum undirsjóvartunlar.

Ber ikki til at útvega neyvu tølini, vil løgtingsmaðurin hava eina samlaða meting, sum kann brúkast í arbeiðinum við einum møguligum lógaruppskoti.

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

8 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

28 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

1 tími síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar amerikanarum 5.000 dollarar fyri valsigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Olju-og gassprísir gera eitt stórt lop uppeftir

5 tímar síðan
Tíðindi

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

5 tímar síðan
Tíðindi

SEXAGINTA: Hansina Iversen í Steinprenti

5 tímar síðan