info
Ongi úrslit

Stórur vatnskaði í spildurnýggjum skúla

Øll skúlagongdin í nýggja hádeildini í Sanka Fransk skúla er avlýst. Eingin skúlagongd verður aftur í nýggja bygninginum í ár

Eirikur Lindenskov
8. sepember kl. 11:05

Um vikuskiftið hevur verið stórur vatnskaði í spildur nýggja skúlabygninginum hjá Sankta Frans skúla, sum hýsir hádeild, sum eru 7., 8. og 9. flokkar. Tveir flokkar eru av hvørjum, so bygningurin hýsir seks skúlaflokkum við tilsaman 128 skúlanæmingum.

Tað er ein brandslanga, sum av onkrari orsøk er farin frá. Staðfest er, at talan er ikki um herverk, upplýsir Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, men um okkurt brek, sum hevur gjørt, at vatn er sprænt úr onkrum broti.

Fólk frá býráðnum eru og kanna bygningin. Men hann er sera illa farin av vatnskaðanum, og øll undirvísingarhølini hava fingið skaða.

Men verður, at eingin skúlagongd verður í bygninginum í rúma tíð, men enn er óvist, hvussu leingi tað ver at taka at umvæla skaðan.

Sum skilst er talan um fleiri tons av vatn, sum hava runnið gjøgnum allan bygningin í fleiri tímar.

Skúlin roynir nú at finna aðrar loysnir at hýsa næmingunum. Tøk høli eru ikki í Sankta Frans skúla til, sigur Aslaug Olsen, skúlastjór, sum var stødd uttanlands við skúlanæmingum, tá vit hittu hana í telefonini.

Hesa vikuna eru næmingarnir ikki í skúla, men undirvísingin fram á netinum umvegis Teams, har undirvíst verður í høvuðslærugreinunum, sigur Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri.

##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
 

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

17 minuttir síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

28 minuttir síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

13 minuttir síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

23 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

27 minuttir síðan
Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

43 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

1 tími síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar amerikanarum 5.000 dollarar fyri valsigur

4 tímar síðan