Í ár eru liðin 25 ár síðani Alzheimerfelagið varð stovnað. Hesi árini hevur felagið verið ein týðandi rødd hjá fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi, og nógv er hent síðan byrjanina, tá vitanin um sjúkuna var avmarkað í Føroyum.
25 ára dagurin verður hátíðarhildin við stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Eisini verður ein spennandi bókaútgáva løgd fram á degnum, sum varpar ljós á søguna hjá felagnum, upprunan og tey fólk, sum løgdu lunnar undir arbeiðið.
Tað var Sigrun Mohr, ið tók stig til at stovna felagið. Hon gjørdist avvarðandi og upplivdi, at nærum eingin kunning var at finna um sjúkuna. Hetta gjørdist byrjanin til eitt felag, sum í dag hevur stóran týdning fyri nógv fólk kring landið.
Endamálið hjá Alzheimerfelagnum hevur frá fyrsta degi verið, at arbeiða fyri betri korum hjá fólki við demenssjúku og teimum avvarðandi. Felagið arbeiðir fyri at økja um kunnleikan til demenssjúkur, skapa størri fatan av hvørjar avbjóðingarnar eru, og at tryggja, at fólk, ið verða rakt og teirra avvarðandi fáa kunning og hjálp.
Gjøgnum árini hevur felagið ment fleiri týðandi tilboð. Eitt nú verður skipað fyri avvarðandibólkum á hvørjum ári, har fólk kunnu hitta onnur í somu støðu, deila royndir og fáa stuðul. Somuleiðis rekur Alzheimerfelagið eina demenslinju, har fólk kunnu venda sær við spurningum og fáa vegleiðing. Harumframt skipar felagið javnan fyri tiltøkum, fyrilestrum og kunningarátøkum, sum varpa ljós á demenssjúkur og tørv í hesum sambandi.
Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá felagnum er eisini at ávirka á politiskum støði, fyri at demensøkið skal fáa neyðuga raðfesting, og at myndugleikarnir skapa karmar, tænastur og stuðulsskipanir.
Tá felagið á altjóða Alzheimerdegnum 21. september fer at hátíðarhalda 25 ára dagin, er tað samstundis ein heiðran av teimum mongu sjálvbodnu, limum, avvarðandi og fakfólkum, sum hava verið við til at bera arbeiðið fram.
Dagurin er tó ikki bert ein hátíðarløta, men eisini ein møguleiki at seta sjóneykuna á tær avbjóðingar, sum framvegis eru á økinum, og arbeiðið, sum enn er fyri framman. Tí tørvur er framvegis á eini sterkari rødd fyri fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi, verður sagt í tíðindaskrivi.
Alzheimerfelagið fyllir 25 ár Alzheimerfelagið fyllir 25 ár
Dagfinn Olsen
17. september 2026 kl. 21:48
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog
14. september kl. 07:59
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
1 tími síðan
Garasjan hjá Georg verður tikin niður
15. september kl. 11:45
Tvey samdøgur á kjølinum
12. september kl. 01:17
Sølva Ford aftur á pall í Føroyum
15. september kl. 20:20
Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn
11. september kl. 13:57
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Listastovan bjóðar fjølbroytta heystskrá
1 minuttur síðan
Tíðindi
Samgongan á rættari kós
12 minuttir síðan
Tíðindi
Bergtøkan í ørandi myrka sjónum
31 minuttir síðan
Hondbóltur
Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League
1 tími síðan
Tíðindi
Rótin gevur íblástur til grønari vanar
1 tími síðan
Tíðindi
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
1 tími síðan
Tíðindi
11 ára gamlir rapparar við fyrsta staklagunm
2 tímar síðan
Hondbóltur
Ræðuligur seinni hálvleikur feldi Dánjal og liðfelagarnar
2 tímar síðan
Tíðindi
Búskaparráðið: Forskattingin av pensjónum var óheppin
2 tímar síðan
Tíðindi
Bogi Jacobsen brádliga farin frá sum stjóri í Varðanum
2 tímar síðan
Tíðindi
Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19
3 tímar síðan
Tíðindi
Hvussu menna vit úrvalsleikaran?
3 tímar síðan