info
Ongi úrslit

Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir

Nú verður sagt, at tunnilin úr Leynum til Vestmanna fer at kosta eina milliard krónur. Men grundmetingin er 800 milliónir, og síðani verða 30 prosent í váðaískoyti løgd oman á.

Marner Joensen
17. september 2026 kl. 06:07

Í november 2025 varð sama verkætlan mett til 900 milliónir við 40 prosentum í váðaískoyti. Grundmetingin var tá umleið 643 milliónir.

Nú er grundmetingin brádliga hækkað við meira enn 150 milliónum, hóast váðaískoytið samstundis er lækkað úr 40 niður í 30 prosent.

Hví? Tað fáa vit onga nøktandi frágreiðing um.

Tilvild ella taktikkur?

Tað er merkisvert, at bæði Dennis Holm og Jacob Vestergaard, sum hava umsitið tunnilsmál, eru suðuroyingar.

Báðir hava verið sera altráðir at leggja høgt váðaískoyti oman á kostnaðin fyri Vestmannatunnilin. Soleiðis verður prísurin trýstur upp og ein ræðandi milliard sett í yvirskriftina.

Samstundis hoyra vit nærum einki um eitt samsvarandi váðaískoyti, tá Suðuroyartunnilin verður umrøddur.

Er hetta bara tilvild?

Ella verður høga talið brúkt til at fáa fólk at seta seg upp ímóti Vestmannatunnlinum og samstundis slætta fíggjarliga vegin til Suðuroyartunnilin, til heimstaðin hjá teimum báðum?

Eg kenni ikki ætlanina, men tá somu roknihættir ikki verða brúktir til báðar verkætlanirnar, er spurningurin bæði rímiligur og neyðugur.

Lesið eisini: Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

Leggið tí grundmeting, váðaískoyti og samlaðan kostnað fram á júst sama hátt fyri báðar tunlarnar. So kann almenningurin sjálvur meta um tølini.

Vestmannatunnilin, ein einføld verkætlan 

Tunnilin millum Leynar og Vestmanna er ein 6 kilometrar langur tunnil eftir einari nærum beinari linju.

Eingin tunnilsverkætlan er uttan váða, men hetta er ein lutfalsliga einføld og væl avmarkað verkætlan hjá royndum tunnilsfeløgum.

Við teimum tølum, sum áður eru løgd fram, bendir alt á, at veruligi byggikostnaðurin liggur nærri 600–650 milliónum krónum. Tað er ein himmalvíður munur frá teirri milliardini, sum nú verður rópt upp um.

Um fíggingin er trupulleikin

Eru Jacob Vestergaard og Dennis Holm so bangnir fyri, at ein tunnil til Vestmanna kann koppa ætlanini um fast samband til Suðuroynna, so er lag á manni at leggja báðar verkætlanirnar saman í ein langtíðar fíggingarleist.

Byrjið at bora til Vestmanna beinanvegin, meðan fyrireikingarnar til risastóru verkætlanina undir Suðuroyarfirði verður gjørd liðug.

Soleiðis kann Vestmannatunnilin koma í gongd, uttan at tað nýtist at seinka Suðuroyartunlinum.

Fíggjarlógin fyri 2027 kemur fyri Løgtingið um ikki so nógvar dagar. Vestmenningar og válafólk eru tí spent at síggja, hvat hon hevur at bjóða okkum.

„Nú skal tað verða!“ hevur onkur lovað.

Nú fáa vit skjótt at síggja, um nakað veruligt liggur aftan fyri orðini.

Marner Joensen

Vestmanna

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

15 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

40 minuttir síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

2 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

2 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

3 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

3 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

5 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

5 tímar síðan