info
Ongi úrslit

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
17. september 2026 kl. 19:05

FSF skrivar:

- Umleið 50 venjarar tóku lut á tveimum fakligum temakvøldum, sum fyrr í mánaðinum vóru sett á skrá við Margáir og í HB-húsinum. Á temakvøldunum varð ljós varpað á, hvussu feløg best kunnu menna og avbjóða teimum bestu í gentufótbólti

——————

Undirtøkan var góð fyri temkvøldunum um menning av breiddar- og úrvalsspælarum á gentu- og kvinnusíðuni, sum fyrr í mánaðinum vóru fyriskipaði í felagshúsinum hjá EB/Streymi við Margáir og í HB-húsinum.

– Endamálið var at seta fokus á ein bólk av leikarum, sum ofta fær minni ans í kjakinum um menning, nevniliga tær fremstu genturnar. Dentur varð lagdur á, hvussu venjarar kunnu tryggja teimum røttu avbjóðingarnar í gerandisdegnum til venjingar, sigur Pætur Smith Clementsen, ið saman við Eli Nolsøe Leifsson stóð fyri tiltakinum.

Umframt framløgur og venjing var eisini rúm fyri kjaki millum luttakararnar. Her varð serliga tosað um týdningin av at tillaga venjingarumhvørvið til úrvalsspælarar og finna hóskandi avbjóðingar, eisini nevnt “matching”, til einstøku leikararnar.

Ein loysn kann vera at flyta leikarar upp í eldri aldursbólkar, men sambært Pæturi er ein annar møguleiki, ið mangan er ov lítið brúktur: Tað er at lata gentur venja saman við dreingjum, har tær kunnu fáa aðrar og størri avbjóðingar í venjingunum.

– Bæði við Margáir og í Havn varð vant við blandaðum bólkum av gentum og dreingjum, har dreingirnir vóru tvey ár yngri. Hetta riggaði væl, tí genturnar máttu venja seg við hægri ferð og skjótari avgerðir, meðan dreingirnir kundu læra av eldru leikarunum, sigur Pætur Smith Clementsen.

Tilsamans luttóku umleið 50 venjarar á teimum báðum kvøldunum. Vónin er, at tiltakið hevur sett evnið á breddan og givið venjarum íblástur til, hvussu teir kunnu menna allar gentuleikarar í feløgunum – eisini tær allarbestu. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Búskaparráðið: For­skatt­ing­in av pen­sjón­um var óheppin

14 minuttir síðan
Tíðindi

Bogi Jacobsen brádliga farin frá sum stjóri í Varðanum

32 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

52 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

3 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

4 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

5 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

5 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

6 tímar síðan