Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. ÍBV var á vitjan í Framhúsinum í Reykjavík.
Í steðginum stóð væl til hjá Dánjali og liðfeløgunum. Tá var Fram á odda 19-14.
Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Fram. ÍBV vann seinna hálvleik 19-11, og sostatt dystin 33-30.
Dánjal legði upp til fimm mál, men megnaði bert at skjóta eitt mál upp á fimm málroyndir.
Fram hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður føroyingauppgerð í Garðabær. Tá tekur liðið hjá Johannes Bjørgvin og Tóka Fríðrikssyni, Stjarnan móti Fram á heimavølli.