info
Ongi úrslit

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

Dagfinn Olsen
17. september 2026 kl. 19:37

Hvussu bar til hjá føroyska samfelagnum at stýra gjøgnum eina av størstu kreppum í nýggjari tíð, næstan bara við tilmælum?

Hetta er millum viðgjørdu spurningarnar í nýggju bókini Nordic Crisis Management: Well-Performing Governance During COVID-19, sum íslendsku Ásthildur Elva Bernhardsdóttir og Baldur Thorhallsson hava ritstjórnað.

Hetta skrivar setur.fo.

Bókin hevur eina skipaða tilgongd til koronahandfaringina í øllum Norðurlondum og greinar kreppustýring við støði í fimm høvuðsevnum: váðatálman (risk reduction), avgerðartakan (decision-making), leiðslu (leadership), kreppusamskifti (crisis communication) og læring (learning).

Endamálið við útgávuni er ikki bara at lýsa og skjalprógva, hvat hendi í ymsu londunum, men eisini at gera av, hvussu stóran týdning samfelagsstødd, politiskar skipanir, mentan og annað høvdu fyri kreppuhandfaringina, og hvat lærast kann í sambandi við kreppustýring í framtíðini av norðurlendsku kreppuhandfaringini av COVID-19.

Føroyski kapittulin, sum Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini hevur skrivað, vísir millum annað á, hvussu eitt lítið samfelag við avmarkaðum fullveldi stýrdi gjøgnum kreppuna, og hvønn týdning álit, sosialt kontrol, stødd, serfrøðingar, samstarv, samskifti og ávísar politiskar avgerðir høvdu fyri, hvussu kreppan spældi av.

Tilvísing til greinina niðanfyri:

Olavson, R. (2026). The Faroe Islands and COVID-19: A Non-coercive Approach to Pandemic Governance. In Á. E. Bernhardsdóttir & B. Thorhallsson (Eds.), Nordic Crisis Management: Well-Performing Governance During COVID-19 (pp. 75–99). Palgrave Macmillan.

Lesið greinina HER

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Búskaparráðið: For­skatt­ing­in av pen­sjón­um var óheppin

10 minuttir síðan
Tíðindi

Bogi Jacobsen brádliga farin frá sum stjóri í Varðanum

28 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

3 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

4 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

5 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

5 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

6 tímar síðan