Hetta er fyrstu ferð síðan 2023, at Fed hækkar rentuna. Avgerðin var væntað av flestu greinarum.
– Amerikanski arbeiðsmarknaðurin hevur verið sterkur við framhaldandi stórum vøkstri í talinum av størvum. Samstundis er inflasjónin framvegis høg. Tí væntaðu vit, at Federal Reserve fór at noyðast at reagera, sigur Andreas Stang, íløgustjóri hjá danska pensjónsfelagnum Danica.
Hann vísir eisini á, at hækkandi orkuprísir leggja størri trýst á inflasjónina.
Ófriðurin í Miðeystri hevur fingið bensin- og dieselprísirnar at hækka. Hetta kann fáa inflasjónina at vaksa enn meira.
Kristian Skriver, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Erhverv, sigur, at inflasjónin er hægri, enn gott er.
– Fed hevði vónað, at grundleggjandi inflasjónstrýstið fór at minka, men tað er tíverri ikki hent. Tí verður rentan nú hækkað, so málið um tvey prosent inflasjón kann koma nærri, sigur hann.
Kristian Skriver væntar, at amerikanarar mugu fyrireika seg til eina tíð við hægri rentum.
– Vit vænta í minsta lagi eina rentuhækking afturat á 0,25 prosentstig innan árslok. Men stór óvissa er um gongdina, og hon veldst um, hvussu grundleggjandi prís- og inflasjónstrýstið fer at laga seg.
Allir 18 limirnir í leiðsluni hjá miðbankanum atkvøddu fyri rentuhækkingini. Harumframt halda 16 teirra, at rentan eigur at verða hækkað í minsta lagi eina ferð afturat seinni í ár.
Nýggi miðbankastjórin, Kevin Warsh, er tilnevndur av Donald Trump forseta. Trump hevur fleiri ferðir sagt, at rentan eigur at lækka.
– Rentan í USA eigur at vera eitt prosent ella lægri, tí vit hava besta kredittvirðið í heiminum, skrivar Trump á Truth Social.
– Lækkið rentuna í USA, og gerið tað skjótt, leggur hann afturat.
Hóast Trump hevur tilnevnt Kevin Warsh, kann forsetin ikki stýra avgerðunum hjá honum, eftir at tilnevningin er framd. Tað vísir Las Olsen, høvuðsbúskaparfrøðingur hjá Danske Bank, á.
– Hann stúrir týðiliga fyri, at inflasjónin í USA er um at festa seg á einum ov høgum stigi. Hann atkvøddi eisini fyri avgerðini í dag, sigur Las Olsen.
/Ritzau/