info
Ongi úrslit

Stór mótmælir um alt Týskland

Stóra undirtøkan, sum Alternative für Deutschland hevur fingið, hevur skapt órógv millum mong, sum halda, at Týskland hevur eina serliga ábyrgd at gera upp við sína nasistisku fortíð

Myndin er tikin í Berin í dag
Vilmund Jacobsen
12. september 2026 kl. 22:42

Umleið 150.000 fólk í 20 týskum býum hava í dag verið úti í gøtunum og mótmælt týska høgraflokkinum, Alternative für Deutschland (AfD).

AfD fekk á landspartavalinum í Sachsen-Anhalt herfyri næstan 44 prosent av atkvøðunum.

Flokkurin roynir nú at skipa tí mest høgravendu landspartastjórnina í Týsklandi síðan seinna heimsbardaga.

Tað var politiska rørslan, Pruef, sum skipaði fyri mótmælisgongunum í dag, og Pruef arbeiðir fyri at banna flokkin, Alternative für Deutschland (AfD).

Í býum sum Berlin, Hamburg og München sóust mótmælisfólk, sum bóru plakatir við slagorðum sum "Bannið AfD nú" og "Demokratiið tørvar einki alternativ".

Stóra undirtøkan, sum AfDs hevur fingið, hevur skapt órógv millum mong, sum halda, at Týskland hevur eina serliga ábyrgd at gera upp við sína nasistisku fortíð.

Higartil hevur týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, ikki vilja banna ultra høgravenda flokkinum í Týsklandi.

AfD vantaði trý umboð fyri at fáa avgjørdan meiriluta í Sachsen-Anhalt, og flokkurin er nú í samráðingum um at skipa nýggja landspartastjórn.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

8 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

12 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

22 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

53 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan