Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á heimavølli í bólki A í Champions League móti krútsterka ungarska liðnum, Veszprém.
Í Max Schmelling høllini mátti Füchse Berlin lúta 29-35 fyri ungarska liðnum. Í steðginum var Veszprém á odda 21-16.
Hákun skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Mattias Gidsel skoraði 10 mál og legði upp til fimm mál, og var sum vant toppskjútti hjá Füchse Berlin.
Füchse Berlin hevur tvey stig fyri tveir dystir í bólki A.
Sunnudagin klokkan 14 spæla Hákun og liðfelagarnir dyst á útivølli í Bundesliguni móti Bergischer.