Ovi Lützen, Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í kvøld áttandapartsfinalu á heimavølli í REM Arena í Fosnavåg í norsku steypakappingini.
Bergsøy sum hevur fyrsta stigið til góðar í bestu norsku hondbóltsdeildini vann í kvøld 29-26 á Sandnes. Í steðginum var Bergsøy á odda 15-12.
Nú bíðar ein spennandi fjórðingsfinala. Vinna teir í Bergsøy hana sleppa teir at kappast í FINAL FOUR í steypakappingini.
Ovi skoraði tvey mál og legði upp til fýra mál. Pauli var noteraður fyri eitt mál.
Sunnudagin klokkan 17.15 skulu Ovi, Pauli og liðfelagarnir royna at tryggja sær fyrstu stigini í bestu deildini. Tá spæla teir dyst á útivølli í Bergen móti Viking TIF.