Yvir 30 prosent av føroyingum millum 70 og 74 ár eru framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nógv fleiri enn í øðrum Norðanlondum og ES-londum, har talið á arbeiðsvirknum í sama aldursbólki liggur millum 7 og 15 prosent. Monika Nolsøe Johannesen fer nú undir eina ph.d. verkætlan, ið skal greina, hví føroyingar eru nógv longri á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta kann lesast í eykablaðnum í Sosialinum hesaferð, Vísindavøku.
- Pensjónsaldurin í Føroyum er ein tann hægsti í heiminum. Kortini vilja politikarar hækka hann uppaftur meira. Men fólk vilja ikki noyðast at arbeiða longri. Tey vilja sjálvi gera av, hvussu leingi tey skulu arbeiða, sigur Monika, ið er master í politikki og fyrisiting.
Hon fer í fyrstu atløgu at greina, hvørji tey eru, sum verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Hon fer at skráseta, hvar í landinum tey búgva, hvørjum vinnugreinum tey arbeiða í, hvussu nógv eru av hvørjum kyni, og hvørjar útbúgvingar tey hava.
Síðani ætlar hon at hava samrøður bæði við fólk, ið hava valt at arbeiða eftir pensjónsaldur, og við fólk í sama aldursbólki, ið eru givin at arbeiða. Umframt samrøður við einstaklingar fer hon eisini at skipa fyri bólkasamrøðum um hesi viðurskifti.
Hugburður og mentan
Hóast Monika enn ikki er farin undir kanningarnar, hevur hon við støði í gransking aðrastaðni gjørt sær tankar um, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at so nógvir føroyingar halda fram at arbeiða eftir at vera farin um pensjónsaldur.
- Ein høvuðsorsøk hugsi eg er mentanin og hugburðurin í Føroyum. Vinnutíttleikin í Føroyum er ógvuliga høgur í øllum aldursbólkum. Fólk í Føroyum eru sera ófør at arbeiða gjøgnum alt arbeiðslívið, sigur hon.
Monika heldur, at sambandið millum arbeiði og samleikan hjá fólki helst eisini hevur týdning.
- Fyri nógv fólk verður arbeiðið teirra samleiki. Hevur tú arbeitt sum postmaður alt lívið, so verður tað tín samleiki, sum er trupul at sleppa, tá tú skalt pensjónerast, tí hvør ert tú so?
Innflúgving til pensjónistalívið
Fleiri royndir hava verið gjørdar at hækka pensjónsaldurin seinastu árini, men tær eru allar kollsigldar. Monika mælir til, at politikarar leggja á annan bógv fyri at fáa fólk at arbeiða longri.
- Í staðin fyri at noyða fólk at arbeiða longur við at hækka pensjónsaldurin, eiga vit heldur at venda tí á og byggja á tað góða rákið, vit longu hava í Føroyum, við at gera tað meira lokkandi hjá eldri at arbeiða. Ikki bara peningaliga lokkandi, orsøkirnar til at halda fram at arbeiða kunnu eisini snúgva seg um nógv annað enn pengar, heldur Monika.
Les alla greinina um gransking av, hví føroyingar arbeiða longri enn onnur her.