Bára Krossteig Hansen og Katrin Hansen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli. Royndi danski leikarin, Maria Fisker Stokholm var við átta málum toppskjútti hjá EB.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 31-27 á Stjørnuni. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 19-16.
Maria H. Weyhe var við 12 málum stórskjútti hjá H71. Við átta málum hvør vóru Mina Sirdal Henriksen og Sarah Spangsmand Madsen toppskjúttar hjá Stjørnuni.
Í høllini á Hálsi norður vann VÍF ein greiðan 33-21 sigur á Neistanum. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 18-6.
Við níggju málum var Anna Sigrunardóttir Mikkelsen toppskjútti hjá Neistanum. Við sjey málum var Rakul Borgarlíð Joensen toppskjútti hjá VÍF.
VÍF, Stjørnan, Neistin og H71 hava fýra stig hvør. H71 hevur leikt tveir dystir, meðan hini trý hava leikt tríggjar dystir hvør. EB hevur tvey stig, meðan Kyndil og StÍF hava fyrsta stigið til góðar í kappingini.