info
Ongi úrslit

Bakkafallið á landgrunninum

Hjalmar Zachariassen
5. oktober 2026 kl. 08:59

Toskurin á føroyska Landgrunninum hevur verið í stórari afturgongd. Í 1976 metti ICES samlaða toskabiomassan til góð 150.000 tons. Í 2025 var metingin 30.714 tons. Hetta er samstundis sum alivinnan er vaksin frá nærum ongum til eina av størstu lívfrøðiligu framleiðslunum í Føroyum. Í mai 2026 segði Bakkafrost, at felagið hevði um 57.000 tons av livandi laksi á sjónum í Føroyum. Ein einstøk privat fyritøka hevði sostatt næstan tvær ferðir so stóran biomassa av alilaksi í føroyskum firðum og sundum, sum samlaði metti biomassin av villum toski var á Landgrunninum árið fyri. 

toskur.pngGrafurin við tilgongdini av eitt ára gomlum toski vísir eisini eina greiða broyting. Fyrr vóru stór sveiggj, men góðir árgangir komu aftur regluliga, og fimm ára miðaltalið lá nógv hægri enn í dag. Síðani alivinnan tók dik á seg, er framleiðslan vaksin upp í meira enn 100.000 tons árliga, meðan tilgongdin av toski í stóran mun hevur ligið á einum lágum støði. Grafurin prógvar sjálvandi ikki, at alivinnan hevur elvt til afturgongdina hjá toskinum. Fiskiskapur, gróður, havfrøði, føði og onnur viðurskifti hava eisini stóran týdning. Men grafurin eigur at fáa okkum at seta ein spurning, sum vit kanska hava verið ov sein at seta: Hava vit givið alivinnuni ov nógv rásarúm í teimum økjum, sum samstundis eru partur av vistskipanini hjá villum fiski?

Tað snýr seg ikki bara um sjálvan toskin. Ein toskastovnur er úrslitið av einari heilari vistskipan. Egg skulu klekjast, yngul skal finna føði og skjól, smáfiskur skal vaksa upp, og føðiketur frá botndjórum og smáum fiski til størri fisk skulu virka. Firðir, sund og strandarøki eru tí ikki tóm framleiðsluøki, sum kunnu metast leys frá restini av havinum. Tá stórar nøgdir av fiski verða aldar á sama stað aftur og aftur í áratíggju, fylgir lívrunnið útlát, skarn, fóðurleivdir, lús, sjúka og ymisk viðgerð við. Hvørt einstakt árin kann vera avmarkað, men tað avgerandi er samlaða trýstið yvir tíð.

Her liggur ein grundleggjandi veikleiki í føroysku skipanini. Eftirlitið fevnir bæði um kemisk viðurskifti sum pH og redox og um biologisk viðurskifti sum botndjór. Men krøvini til at byrja eitt nýtt framleiðsluumfar eru ikki knýtt at, at økið er funktiónelt endurment. Í praksis kann botnurin tí verða mettur nóg góður til nýggja útseting, hóast vistskipanin framvegis er undir endurmenning. Vit kanna sostatt, um ávirkanin er komin niður á eitt góðtikið støði, men vit krevja ikki prógv fyri, at fjørðurin aftur virkar sum ein heil vistskipan. Eitt nærumráði kann enntá fáa støðuna 3 – Vánalig áðrenn útseting; tá verður kravt um meira eftirlit og tiltøk til næsta framleiðsluumfar. Tað er fyrst við støðu 4 – Sera vánalig, at økið verður mett sum overvað. 

Screenshot 2026-10-04 at 22.35.29.pngMyndin vísir munin. Fyrsta stigið er kemisk endurmenning: minni H₂S, hægri redox, meira oxygen og ein meira stabilur pH. Næsta stigið er biologisk endurmenning, har botndjór og fjølbroytni koma aftur. Men tað er ikki fyrr enn á triðja stigi, funktiónellari endurmenning, at økið aftur virkar sum ein heil vistskipan – við føðiketu, evnisringrás, fiskayngli, gýting og uppvøkstri. Tað er ein nógv hægri málsetningur enn bert at staðfesta, at kemisku viðurskiftini eru batnað og at nakað av botnlívinum er komið aftur. Ein vistskipan kann vera á veg fram, uttan at hon enn hevur fingið sín gamla bygnað og sína gomlu funktión aftur.

Hetta er týdningarmikið, tí brakktíð er ikki tað sama sum nullstilling. Galdandi sjúkufyribyrgjandi reglur áseta í ávísum førum bert 30 samdøgur sum minstu brakklegging millum framleiðsluumfør. Tað kann hava eina greiða funktión í smittuverju, men ein kalendari kann ikki avgera, nær ein vistskipan er endurment. Sediment, botndjór og føðiketur fylgja biologiskari tíð, ikki framleiðsluætlanini hjá einum alibrúki.

Tí eiga vit at flyta mørkini fyri, hvat vit halda vera nøktandi umhvørvisstøðu. Spurningurin eigur ikki bara at vera, um botnurin er vorðin so illa farin, at framleiðslan ikki kann halda fram. Vit eiga eisini at spyrja, um hann er komin so væl fyri seg aftur, at tað er vistfrøðiliga ráðiligt at byrja av nýggjum.

Vit kunnu ikki út frá toskagrafinum staðfesta, at alivinnan er orsøkin til bakkafallið á Landgrunninum. Men tá toskabiomassin er fallin úr umleið 150.000 tonsum niður í góð 30.000 tons, meðan vit samstundis hava bygt eina aliframleiðslu upp á meira enn 100.000 tons um árið, er tað rímiligt at krevja meira enn, at botnurin bara er innan fyri eitt góðtikið mark. Kravið eigur eisini at vera, at økið er komið so væl fyri seg aftur, at tað kann virka sum partur av einari heilari vistskipan.

Kravið eigur at vera, at fjørðurin framvegis virkar sum fjørður.

Keldur: ICES, Bakkafrost Q1 2026, Seafood from the Faroe Islands 2025 og Umhvørvisstovan, Vegleiðing 21/2023.

Screenshot 2026-10-04 at 22.35.29.png

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kloakkir í Útibø skulu dagførast

10 minuttir síðan
Tíðindi

Støkk-inn koppseting á Sandi í dag

40 minuttir síðan
Tíðindi

Barnagarður verður víðkaður við einari eind

44 minuttir síðan
Tíðindi

Einki aldurs­mark og eing­in há­marks­ferð fyri el-súkklur

49 minuttir síðan
Tíðindi

Barna- og ungdómstannrøkt tryggjað í fimm ár afturat

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fíggjarlógarorðaskiftið um inntøkur útreiðsluvøkstur og tilfeingisgjøld

1 tími síðan
Tíðindi

Kunning um Juvel II - mikukvøldið kl. 20

1 tími síðan
Tíðindi

Ruskposarnir á Sandoynni verða heintaðir í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Gjørdi grovt herverk á sjálva politistøðina í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku vann greiðan sigur á heimavølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsóhapp í Hósvík: Fekk hondina undir eina sag

2 tímar síðan
Tíðindi

Fíggjarlóg upp á góð­ar 8 milli­ard­ir til fyrstu við­gerð í dag

3 tímar síðan