info
Ongi úrslit
Hetta er privata parkeringsplássið hjá Hans Holm, sum býr beint yvir av Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu í Havn. Tað var her, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevði parkerað

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdótturm harmast um, at hon parkeraði á privata parkeringsplássinum hjá Hans Holm í J.H. Schrøters gøtu í Havn í dag

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 23:31

Tað var meðan Johnny í Grótinum legði fram frágreiðingina hjá Búskaparráðnum um fíggjarlgit haldføri, at Hans Holm, sum býr har í grannalagnum, kom inn og vildi hava fatur »á tí analfabetinum«, sum hevði parkerað á hansara privata parkeringsplássi.

Lesið eisini: Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Um støðuna skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur soleiðis á Facebook:

Gott kvøld, tit øll

Nú eru rættiliga nógv, sum hava skrivað til mín og spurt, um tað passar, at eg havi parkerað á einum parkeringsplássi fyri rørslutarnað.

Svarið er nei. Talan var um eitt privat parkeringspláss. Men har skuldi eg sjálvandi heldur ikki havt parkerað. 

Var tað við vilja? Nei. Hevði eg sæð skeltið, hevði eg sjálvandi ikki parkerað har. Ein bilur stóð soleiðis fyri, at eg tíverri ikki legði merki til skeltið.

Eg vil eisini gera greitt, nú tað hevur verið nevnt, at ongastaðni stóð, at talan var um eitt parkeringspláss fyri rørslutarnað.

Men tað broytir ikki upp á, at eg gjørdi eitt mistak. 

Sjálvandi skal eg ikki parkera á privata parkeringsplássinum hjá Hans Holm. 

Tá Hans kom inn í Smæruna og spurdi, hvør hevði parkerað á plássinum hjá sær, reisti eg meg beinanvegin og fór út at kanna, um tað var mín bilur. Og tað var tað.

Eg harmist mistakið. Tíbetur endaði tað væl. Hans og eg fingu eitt gott prát uttanfyri, og hann segði, at vit kundu avtala at bilurin bleiv standadi til tiltakið var liðugt.

Enn einaferð – eg harmist um mistakið.

Havið øll eitt gott kvøld ella góða nátt!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

3 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

36 minuttir síðan
Tíðindi

Arktiska tónleikakappingin kemur til Tórshavnar!

44 minuttir síðan
Tíðindi

Listastovan bjóðar fjølbroytta heystskrá

1 tími síðan
Tíðindi

Samgongan á rættari kós

1 tími síðan
Tíðindi

Bergtøkan í ørandi myrka sjónum

1 tími síðan
Tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

2 tímar síðan
Tíðindi

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

2 tímar síðan
Tíðindi

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

11 ára gamlir rapparar við fyrsta staklagunm

3 tímar síðan
Hondbóltur

Ræðuligur seinni hálvleikur feldi Dánjal og liðfelagarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: For­skatt­ing­in av pen­sjón­um var óheppin

3 tímar síðan