Vónin er úti hjá sokallaðu Tidö-flokkunum, sum standa aftan fyri verandi borgarligu stjórnina, staðfestir SVT.
– Sannlíkindini fyri, at hetta broytist nú, eru so lítil, at vit tora at staðfesta, at andstøðan fær flestar sessir á hesum valinum, sigur valfrásøgumaðurin hjá SVT, Fouad Youcefi.
– Men vit meta, at tað verður sera javnt í kappingini um, hvør flokkur fær síðsta sessin.
Mikukvøldið er sessabýtið 175–174 sambært fyribils uppteljingini.
Ein einstakur sessur hevur mikudagin skift millum Socialdemokraterna og Sverigedemokraterna. Eina løtu var sessabýtið tí 176–173 til fyrimunar fyri reyðgrønu flokkarnar.
Valforsøgnin hjá SVT er gjørd, meðan færri enn 50 av teimum meira enn 6.600 valdømunum mangla at boða frá úrslitinum.
Ritzau