info
Ongi úrslit

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

Tveir føroyskir filmar eru við í kappingini um virðislønir á Nordisk Panorama í Malmö. Samstundis hava norðurlendskar sjónvarpsstøðir víst áhuga fyri nøkrum av føroysku filmunum

Eirikur Lindenskov
16. september 2026 kl. 16:43

TÍÐINDASKRIV FRÁ FILMSHÚSINUM:

Tá Nordisk Panorama verður hildið í Malmö 17.–22. september, eru Mammuskepilsið hjá Mariu Tórgarð og Birita hjá Búa Dam við í tveimum av teimum almennu kappingunum á festivalinum.

Norðurlendskar sjónvarpsstøðir hava eisini longu víst áhuga fyri tveimum øðrum av føroysku filmunum. Á Nordisk Panorama fáa føroysku filmsframleiðararnir høvi at fylgja áhuganum upp og umrøða møguligar keyps- og sýningaravtalur. Festivalurin kann sostatt geva føroyskum filmi og føroyskum filmslistafólkum møguleika at vinna virðislønir, røkka longur út og skapa nýggj altjóða samstarv.

Føroyar luttaka við 14 av okkara fremstu filmslistafólkum. Tað er Filmshúsið, sum stendur á odda fyri føroysku luttøkuni. Endamálið er at menna fakligu førleikarnar, styrkja norðurlendsk og altjóða sambond og finna samstarvsfelagar, samframleiðarar og fígging til komandi føroyskar filmsverkætlanir.

Týdningarmikil luttøka

Nordisk Panorama er bæði filmsfestivalur og eitt av týdningarmestu vinnuligu savningarstøðunum hjá norðurlendsku filmsvinnuni. Her hitta filmsframleiðarar sjónvarpskeyparar, sølufeløg og festivalfyriskiparar, sum leita eftir nýggjum norðurlendskum stuttfilmum og heimildarfilmum.

– Vit fara ikki bara til Malmö at vísa, hvat føroysk filmslist megnar. Vit fara eisini fyri at fáa føroyskar filmar út til eina størri áskoðarafjøld og at skapa sambond, sum kunnu føra til nýggjar framleiðslur. At tveir føroyskir filmar eru við í kappingunum, og at sjónvarpsstøðir vísa føroyskum filmum áhuga, sigur nakað um, hvussu nógv føroyskur filmur hevur ment seg seinastu árini, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.

Møguleiki fyri Oscar-meting

Mammuskepilsið hjá Mariu Tórgarð er valt út til kappingina um Best Nordic Short Film. Filmurin vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina í 2026 og varð síðan sýndur á altjóða heimildarfilmsfestivalinum CPH:DOX.

Vinnarin av Best Nordic Short Film fær 5.000 evrur. Vinnandi filmurin kann harumframt lúka treytirnar fyri at verða sendur inn til Oscar-meting í stuttfilmsflokkinum.

Heimildarfilmurin Birita hjá Búa Dam er valdur út til New Nordic Voice. Filmurin snýr seg um mammu leikstjórans, viðurkendu sjónleikarakvinnuna Biritu Mohr, sum livir við Alzheimerssjúku.

Birita hevði heimsfrumsýning á CPH:DOX í Keypmannahavn í mars 2026. Føroyska frumsýningin var í Løkshøll 11. apríl. Filmurin er eisini tilnevndur til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Vinnarin av New Nordic Voice fær 5.000 evrur.

Føroysk filmsvinna í størri menning

Hóast føroyska filmsvinnan framvegis arbeiðir undir trongum fíggjarligum og framleiðsluligum korum, er hon í størri menning. Føroyskir filmar vinna virðislønir, verða sýndir á altjóða festivalum og røkka einum støðugt størri áskoðaraskara.

– Filmur er fyrst og fremst list, men hann er eisini ein vinna, sum skapar stór virði í samfelagnum. Síðan Filmshúsið fór til verka í 2018, hevur føroyskur filmur sett meira enn 40 milliónir krónur í umferð í føroyska samfelagnum, og ein týðandi partur av hesum er farin aftur í landskassan sum skattur, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.

14 luttakarar

Føroysku luttakararnir eru Marjun Niclasen, Gudmund Helmsdal, Jón Hammer, Jørgen Asmussen, Maria Tórgarð, Rúna Volmarsdóttir Højgaard, Búi Dam, Lucas Frayssinet, Drós í Ólavsstovu, Eir í Ólavsstovu, Franklin Symphor Henriksen, Gorm Just, Nadia Abrahámsen og Anna Joensen-Næs.

Tey umboða eina breiða samanseting av leikstjórum, framleiðarum, handritshøvundum, filmsfotografum, klipparum og øðrum fakfólkum. Millum luttakararnar eru bæði roynd filmsfólk við altjóða úrslitum og eitt nýtt ættarlið, sum er á veg fram í norðurlendskum og altjóða filmi.

Við 14 filmsfólkum, tveimum filmum í kapping og møguleikum fyri nýggjum sjónvarps-, sølu- og samframleiðsluavtalum fær føroyskur filmur eina sterka og sjónliga støðu á Nordisk Panorama.

Um Nordisk Panorama

Nordisk Panorama er ein árligur norðurlendskur festivalur fyri stuttfilmar og heimildarfilmar og eitt av týdningarmestu møtistøðunum hjá norðurlendsku filmsvinnuni. Í ár verður festivalurin hildin fyri 37. ferð.

Umframt filmsýningar og virðislønir fevnir Nordisk Panorama um ein filmsmarknað og eitt samframleiðsluforum, har filmsfólk kunnu hitta sjónvarpskeyparar, sølufeløg, festivalfyriskiparar, fíggingarstovnar og aðrar altjóða avgerðartakarar.

Festivalurin verður hildin í Malmö 17.–22. september 2026. Skráin fyri tiltakið sæst her

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

6 minuttir síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

48 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

3 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

3 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

6 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

6 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð: Katrin Dahl hevur laðað nógvar varðar eftir seg

6 tímar síðan
Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

7 tímar síðan
Tíðindi

Áhugaverdar eygleiðingar av plantuæti

7 tímar síðan
Tíðindi

Trý deyð í tyrluvanlukku í Los Angeles

8 tímar síðan