Upprunaligi sáttmálin hjá Geza var til kappingarendan í 2027. Partarnir hava nú longt sáttmálan til kappingarendan í 2028.
Í samrøðu við facebook-rásina hjá Grimsby Town greiðir Geza frá, at hann hevur kent seg heima í Grimsby frá fyrsta degi, og hann vil gjarna vera við til at fáa Grimsby upp í League One.
David Artell, høvuðsvenjari hjá Grimsby Town heldur, at Geza hevur ment seg sera nógv síðani skiftið til enskan fótbólt. Geza skilir veruliga hvat tey í Grimsby Town vænta av honum. Sigur David Artell við heimasíðuna hjá Grimsby Town.