info
Ongi úrslit

Hetta er als ikki gott nokk

Heidi E. Hammer og Maria Jacobsen
20. oktober 2026 kl. 10:36

Hvussu skulu vit klára jólini?

Í dag 20. oktober kemur uppskot hjá Sámal Petur í Grund um at hækka fólka- og fyritíðarpensjónir og minka um eftirsleipið til fyrstu viðgerð í Løgtinginum. Okkara boð til tingfólk eru greið: Tað er gott, at málið verður reist. Men hetta er als ikki nokk og loysir ikki akuttu støðuna hjá nógvum pensjónistum.

Fyritíðarpensjónistar hava tørv á einari inntøku, sum røkkur til veruliga livikostnaðin. Vit kunnu ikki gjalda húsaleigu við góðum ætlanum ella fylla oljutangan við einum lyfti um, at eftirsleipið einaferð skal minkast.

Hyggið at rokningunum

Vit hava sett upp eitt vegleiðandi húsarhaldsdømi fyri ein stakan fyritíðarpensjónist við einum barni:

Útreiðsla ella tørvur

Kr. um mánaðin

Húsaleiga

8.500

El og hiti

2.000

Tryggingar

1.000

Telefon, internet og miðlar

2.000

Bilur og flutningur

3.000

Fastar útreiðslur tilsamans

16.500

Tiltøkupeningur til ein vaksnan

7.500

Eyka tiltøkupeningur til eitt barn

3.500

Samlaður tørvur eftir skatt

27.500

Við teimum umleið 16.400 krónunum, sum hægsta fyritíðarpensjónin er í dag, er trotið 11.100 krónur um mánaðin.

Føstu rokningarnar eru sostatt 100 krónur hægri enn tær 16.400 krónurnar í inntøku, longu áðrenn nakað er sett av til mat, klæðir, heilivág og allar aðrar útreiðslur, sum ikki eru roknaðar við.

Tølini eru okkara vegleiðandi tørvsmeting, ikki ein felags bankasats ella ein uppgerð, sum er eins fyri øll. Allar viðkomandi inntøkur og veitingar skulu teljast við í einari endaligari samanbering. Men dømið vísir, hví tað er neyðugt at hyggja at sjálvum livikostnaðinum.

Eitt húsarhald má hava pening eftir, tá føstu rokningarnar eru goldnar. Eisini til eina óvæntaða tannlæknarokning, eina vaskimaskinu, sum gongur fyri, ella aðrar neyðugar útreiðslur, sum ikki kunnu útsetast. Ein fíggjarstøða uttan slíkt rásarúm er viðbrekin hvønn einasta mánað.

Granskingin hevur longu lýst trongu korini

Í 2025 gav Fróðskaparsetur Føroya út lívskorskanningina “Fyritíðarpensjónistar í Føroyum” hjá Olgu Biskopstø og Gesti Hovgaard. Av teimum 20 luttakarunum søgdu bert trý seg vera væl fyri fíggjarliga. Hini lýstu eina fíggjarstøðu, sum júst hekk saman og kravdi sera neyva raðfesting. Fleiri máttu velja vanligar gerandisupplivingar frá, eisini saman við børnunum.

Samrøðurnar vórðu gjørdar í 2021. Hetta er sostatt ikki ein nýggj uppgerð av fíggjarstøðuni í 2026, men ein lýsing av trongum korum longu undan príshækkingunum seinastu árini. Talan er um eina samrøðukanning; tølini lýsa luttakararnar og kunnu ikki uttan víðari flytast yvir á allar fyritíðarpensjónistar.

Kanningin staðfestir eisini, at støðan er serliga trupul hjá teimum, sum ikki hava egna trygging ella maka við arbeiðsinntøku. Tað eigur at fáa tingfólk at steðga á: fíggjarlig trygd kann ikki byggja á, at ein er so heppin at hava ein maka ella familju, sum kann gjalda undirskotið.

Tá barnið fyllir 18, hvørva útreiðslurnar ikki

Ein serliga álvarslig støða er hjá teimum fyritíðarpensjónistum, hvørs yngsta ella einasta barn er vorðið 18 ár í ár.

Viðbótin til barnið, familjuískoytið, serliga barnaískoytið, barnapengarnir og barnafrádrátturin hava, alt eftir viðurskiftunum hjá tí einstaka, verið avgerandi fyri, at húsarhaldið hevur hingið saman. Tá hesi barnatengdu rættindi falla burtur við 18 ára markið, missir húsarhaldið ein týðandi part av sínum fíggjarliga grundarlagi.

Men húsaleigan lækkar ikki á 18 ára føðingardegnum. Oljutangin verður ikki bíligari at fylla. Tann ungi skal framvegis hava mat og eitt heim at búgva í, eisini meðan hann ella hon er undir útbúgving.

Og foreldrið fær ikki arbeiðsførleikan aftur, tí barnið er vorðið myndigt.

Tað er ikki nóg mikið at vísa til, at tann ungi nú er vaksin. Politikarar mugu eisini taka støðu til, hvussu eitt húsarhald við fyritíðarpensjón skal standa ímóti hesum inntøkumissinum, meðan stórur partur av útreiðslunum heldur fram.

Lívskorskanningin vísir harumframt, at familjan ofta má veita bæði praktiska og fíggjarliga hjálp. Tey, sum ikki hava eitt sterkt familjunetverk, eru í serligum vanda fyri sosialari avbyrging. Tá ið fíggjarliga rásarúmið minkar, er tí meira upp á spæl enn rokningarnar: eisini møguleikin at vera saman við øðrum og taka lut í vanligum familju- og samfelagslívi verður skerdur.

Hvussu skulu tey klára jólini í ár?

Vit hava húsarhald, sum undanfarin jól einans hava fingið endarnar at røkka saman við hjálp frá felagsskapum, ið lata mat og gávukort. Tey hava so dánt klárað seg við hesi hjálp.

Nú standa jólini aftur fyri durum. Hjá summum eru barnatengdu veitingarnar og frádrátturin samstundis fallin burtur, tí barnið er vorðið 18 ár.

Hvussu skulu tey klára seg í ár?

Hvussu skulu tey hava ráð til bæði hita, mat og eina jólahátíð saman við familjuni?

Flestu felagsskapirnir, ið veita jólahjálp, veita einans ella fyrst og fremst hjálp til barnafamiljur.

Felagsskapirnir eiga stóra tøkk fyri hjálpina. Men teirra vælvild eigur ikki at vera grundarlagið undir fíggjarligu trygdini hjá fyritíðarpensjónistum. Tað er ein politisk ábyrgd at tryggja, at veitingarnar røkka til eitt virðiligt uppihald.

Ein lítil hækking fyllir ikki eitt stórt hol

Sambært Hagstovuni vóru mat- og drykkjuvørur í august 2026 dýrkaðar góð 30 prosent eftir fimm árum. Brenniolja var dýrkað upp móti 31 prosentum eftir einum ári og brennievni til bilar 33,6 prosent.

Tá neyðugar útreiðslur eru so høgar, er ikki nóg mikið at vísa til eina einstaka lønarhækking. Lýsast má, hvat tað kostar at liva, hvussu stórt trotið er, og nær tað verður rættað upp.

Vit krevja eina varandi hækking, sum byggir á veruligan livikostnað. Vit krevja eina loysn fyri húsarhaldini, sum missa barnatengdu veitingarnar við 18 ára markið. Og vit krevja ítøkiliga hjálp áðrenn jól til teirra, sum longu standa við einum húsarhaldi, ið ikki hongur saman.

Tølini tala sítt týðiliga mál: Pengarnir røkka ikki. Hvør kann í dag liva fyri umleið 16.000 krónur um mánaðin, tá húsaleiga, hiti, streymur, matur og allar aðrar neyðugar útreiðslur skulu gjaldast? Um onki munagott verður gjørt nú, hvussu skal fyritíðarpensjónisturin so koma ígjøgnum jólini – og hvussu skal gerandisdagurin hanga saman, tá jólini eru farin? Rokningarnar halda fram at koma í januar. Maturin skal framvegis á borðið, húsaleigan gjaldast og hiti vera í húsunum.

Tað ber ikki til at spara pengar, sum ikki eru har. Tað ber ikki til at raðfesta seg burtur úr einum varandi undirskoti. Og tað er ikki ein haldfør loysn at vísa fólki á matposar, gávukort og hjálp frá familjuni ár eftir ár.

Í dag mugu tingfólk geva eitt ítøkiligt svar: Hvussu ætla tit at tryggja, at fyritíðarpensjónistar hava ráð til bæði jólini og lívið aftaná? Vit hava tørv á hjálp áðrenn jól og einari varandi hækking, sum røkkur til veruliga livikostnaðin. Góð orð gjalda onga rokning. Tað gera pengar – og teir mangla.

Fyritíðarpensjónistar skulu liva – ikki bara yvirliva.

Heidi E. Hammer

Maria Jacobsen

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

9 minuttir síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

53 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

1 tími síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

2 tímar síðan
Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti botnliði

5 tímar síðan