info
Ongi úrslit

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

Fyri fyrstu ferð í 35 ár fær eitt verk, sum er skrivað á sámiskum, bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Sigbjørn Skåden fær virðislønina fyri skaldsøguna Láŋtdievvá/Planterhaug.

© Knut Åserød/Cappelen Damm
Norðurlandaráðið hevur kunngjørt, hvør fær tær fimm árligu virðislønirnar. Tær verða handaðar á ársfundinum í Helsinki seinni í oktober
Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 11:48

Sámiski rithøvundurin Sigbjørn Skåden fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Láŋtdievvá/Planterhaug, sum kom út í 2025. Heitið kann umsetast til Plantuhædd.

Tað upplýsir Norðurlandaráðið í tíðindaskrivi.

Dómsnevndin lýsir bókina sum eina sjáldsama og spælandi skaldsøgu, ið samstundis fer djúpt í søguna.

– Hetta er ein serstøk skaldsøga við sjáldsamari spæligleði og einari søguliga djúptgangandi frásøgn, sum skilir seg burtur úr bæði norskum og sámiskum samtíðarbókmentum, sigur dómsnevndin í grundgevingini.

Heim aftur at kanna eitt andlát

Skaldsøgan snýr seg um kriminalløgreglumannin John Edgar Huuva, sum fer aftur til heimstaðin at kanna eitt andlát.

Sum søgan líður, verða spurningar um sámiska samleikan í nútíðar Noregi tiknir upp.

Bókin er givin út bæði á sámiskum og norskum. Í norsku útgávuni skiftir Sigbjørn Skåden millum tornesámiskt, nýnorskt og bókmál.

Hetta er bert aðru ferð, at bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður latin einum sámiskmæltum verki. Fyrru ferð var í 1991, tá Nils-Aslak Valkeapää fekk virðislønina fyri Beaivi, Áhčážan – á donskum Solen, min far.

Sámarnir eru upprunafólkið í Sápmi, sum fevnir um norðaru partarnar av Noregi, Svøríki og Finnlandi og Kolahálvoynna í Russlandi. Umleið 30.000 fólk tosa sámisk mál.

Fær 300.000 krónur

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður latin á hvørjum ári fyri eitt fagurbókmentaligt verk, sum ein núlivandi høvundur hevur skrivað á einum norðurlendskum máli.

Endamálið er at vekja størri áhuga fyri norðurlendska mentanarfelagsskapinum og at heiðra framúrskarandi listarlig avrik.

Hvørt av teimum fimm norðurlondunum kann tilnevna tvey verk. Harumframt kunnu verk á føroyskum, grønlendskum og sámiskum og eitt verk úr Álandi verða tilnevnd.

Hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum vórðu eisini kunngjørdar týsdagin. Hilde Hagerup fær barna- og ungdómsbókmentavirðislønina, og norski filmurin Affeksjonsverdi fær filmsvirðislønina.

Kristine Tjøgersen og Benedicte Maurseth fáa tónleikavirðislønina fyri verkið Elja, meðan norski felagsskapurin Miljøagentene fær umhvørvisvirðislønina.

Hvør virðisløn er 300.000 danskar krónur. Virðislønirnar verða handaðar á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki 27. oktober.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

10 minuttir síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

3 tímar síðan
Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

5 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

5 tímar síðan