info
Ongi úrslit

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

Flestu børn doyðu í hungri, og onnur doyðu, tí tey vórðu kvald ella høvdu fingið slag í høvdið. Endamálið, segði sektleiðarin, var, at tey skuldu sleppa at síggja Jesus

Vilmund Jacobsen
20. oktober 2026 kl. 10:41

Sekteiðarin og prædikumaðurin í Kenja, Paul Mackenzie, er dømdur sekur í drápi av 190 børnum og einum vaksnum.

Limirnir í bólkinum vórðu bidnir um at svølta seg fyri at sleppa at møta Jesusi.

Tað var í gjár, at ein dómstólur á strandabýnum í Kenja, Mombasa, dømdi Paul Mackenzie og fleiri aðrar leiðandi persónar í trúarbólkinum sekar í drápi.

Hvør revsingin verður, verður sambært NRK kunngjørt hin 6. november.

Fyri trimum árum síðan vóru fleiri lík funnin í hópgravum, sum kundu knýtast til trúarbólkin. Fleiri enn 400 lík vórðu funnin, harav næstan helmingurin vóru børn.

Framvegis eru nøkur av líkunum ikki eyðmerkt.

Ákæruvaldið segði undir rættarmálinum, at Good News International Church var ein dómadagssekt, har limirnir fingu boð um at svølta seg, soleiðis at tey kundu koma í himmiríkið, áðrenn heimurin gekk til grundar.

Paul Mackenzie var pastor - ella prestur- í trúarbólkinum, og hann kom í kikaran hjá løgregluni, tá tvey børn hjá limum í bólkinum vórðu svøltað til deyðis.

Tað hevur skelkað Kenya og skapti fyri trimum árum síðan nógv kjak í landinum, at stórir partar av fólkinum hoyra til ymiskar trúarbólkar.

Paul Mackenzie og 28 onnur í bólkinum hoyrdu dómaran lesa dómin upp í gjár.

- Eg eri sanndørdur um, at ákæruvaldið hevur prógvað, at hesi 29 eru sek í drápi av 190 børnum og einum vaksnum persóni, segði dómarin í rættinum í Kenja.

Fleiri av teimum avvarðandi vóru hjástødd í rættinum, tá dómurin varð sagdur.

- Hetta er ein sera, sera týdningarmikil dagur fyri meg, segði Francis Wanje, sum er 62 ár, tá rættarfundurin byrjaði mánadagin.

Francis Wanje hevur mist átta av sínum nærmastu í sektini, Good News International Church, eitt nú eina dóttir og tvey abbabørn, veit norska kringvarpið - NRK - at siga.

Í greinini verður lagt aftrat, at flestu børn doyðu í hungri, og onnur doyðu, tí tey vórðu kvald ella høvdu fingið slag í høvdið.

Á myndini her niðanfyri, sum er tikin í 2024, eru tað avvarðandi kvinnur, sum syrgja, eftir at tær hava fingið útflýggja leivdirnar av fólki í familjuni, sum lótu lív í hungurssektini í Kenja.

Meira um hetta kann lesast á www.nrk.no

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

8 minuttir síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

52 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

58 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

1 tími síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

2 tímar síðan
Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti botnliði

5 tímar síðan