Løgtingið kemur saman í dag, týsdagin 20. oktober, klokkan 11. Á dagsskránni eru tvær triðju viðgerðir, átta fyrstu viðgerðir og framløga.
Fyrst verða tvey lógaruppskot um yvirtøku av málsøkinum rúsandi evni avgreidd við triðju viðgerð. Annað er ein broyting í ræðislógini, meðan hitt snýr seg um at flyta myndugleika í sambandi við yvirtøkuna.
Síðani fær uppskotið um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald fyrstu viðgerð. Tað er ein fylgilóg til fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Eisini verður uppskot til løgtingslóg um kóp viðgjørt.
Á heilsuøkinum er uppskot um at lata TAKS umsita innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð av heilsutrygdargjaldinum.
Fimm uppskot til samtyktar fáa eisini fyrstu viðgerð. Tey snúgva seg um at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu, hækka fólka- og fyritíðarpensjónir og minka um eftirsleipið hjá pensjónistunum umframt at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
Hini bæði uppskotini snúgva seg um at greina og avmarka peningastreymin úr Føroyum vegna útlendskan ognarskap og útlendska arbeiðsmegi og at tryggja føroyskt framleiddum vørum atgongd til íslendska marknaðin.
Eftir fyrstu viðgerð verða málini beind í avvarðandi nevndir. Flestu málini fara í Vinnunevndina, meðan uppskotini um heilsutrygdargjald og pensjónir fara í Trivnaðarnevndina. Uppskotið um íslendska marknaðin fer í Uttanlandsnevndina.