info
Ongi úrslit

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Eitt starvsfólk hjá Bygma Suðuroy læt lív, tá arbeitt varð við at tryggja tilfar í nógva vindinum í gjár. Løgreglan kannar vanlukkuna, og Arbeiðseftirlitið er boðsent.

Vanlukkan hendi hjá Bygma Balsev í Oyrunum í Vági, tá starfólk í timburhandlinum fóru út at tryggja tilfar o. a. Helst er okkurt fokið á mannin, so sum fekk so stóran skaða, at hann doyði.
Eirikur Lindenskov
15. oktober 2026 kl. 07:54

Ein maður doyði í eini arbeiðsvanlukku hjá Bygma Suðuroy í Vági í gjár.

Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 14.16. Tveir menn vóru á staðnum og arbeiddu við at tryggja tilfar og annað í sambandi við stormin, tá vanlukkan hendi.

Maðurin varð fluttur á sjúkrahús í skundi, men varð staðfestur deyður.

Løgreglan váttar, at vanlukkan hevði samband við nógva vindin. Enn er tó ikki greitt, júst hvat hendi.

Ábendingar eru um, at okkurt kann vera fokið á mannin, men løgreglan kann enn ikki vátta, at tað var hetta, sum hendi.

Málið verður nú kannað nærri, og Arbeiðseftirlitið er boðsent.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan