info
Ongi úrslit

Ørvur er føroyameistari

8-mannafør: Heiðabáturin hótti av álvara, meðan fuglfirðingar mistu eitt vet í endaspurtinum

Jóannes Hansen
28. juli 2026 kl. 17:40

Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag er føroyameistari í kappingini millum 8-mannaførini. Ørvur vann ólavsøkuróðurin, og at Ørvur vann enn eitt FM heiti til Havnar Róðrarfelag, er staðfesting av, at talan er um framúr kappingarár hjá størsta róðrarfelagnum í landinum.

Ørvur og Heiðabáturin fingu góðan start, meðan Gullbrandur úr Fuglafirði, sum undan ólavsøkuróðrinum hevði møguleika at vinna FM, ikki var so stinnur í fyrstu tøkunum. Eftir startspurtin fótaði Gullbrandur sær smátt um smátt, og Gullbrandur var eina løtu við í kappingini um næstfremsta plássið.

Ørvur var fremstur mest sum allan teinin, men í endaspurtinum vísti tað seg, at Heiðabáturin hevði meiri orku enn undanfarnu ferðirnar, og guli báturin bjóðaði av álvara av í kappingini um fremsta plássið, sum tað tó eydnaðist sannførandi Ørvi at halda tørn um.

1   Ørvur (HR) 04:31.22 +00.00 7  
2   Heiðabáturin (NSÍ) 04:31.45 +00.46 6  
3   Gullbrandur (ÍF) 04:33.13 +01.82 5  
4   Argjabáturin (AR) 04:43.17 +11.90 4  
5   Kvívíkingur (KSR) 04:44.05 +12.66 3  
6   Sørvingur (SR) 04:46.47 +15.50 2  
7   Gøtu Tróndur (TIND) 04:54.25 +23.06 1  
8   Nevið Reyða (KRF) 05:00.15 +28.86 0  
9   Tórsbáturin (HR) 05:08.44 +37.44 0
1   Ørvur (HR) 7 46  
2   Gullbrandur (ÍF) 7 43  
3   Heiðabáturin (NSÍ) 7 36  
4   Kvívíkingur (KSR) 7 27  
5   Argjabáturin (AR) 7 20  
6   Sørvingur (SR) 7 12  
7   Gøtu Tróndur (TIND) 7 12  
8   Tórsbáturin (HR) 3 0  
9   Nevið Reyða (KRF) 1 0

rsf.fo

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

6 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

10 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

17 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

20 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

51 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan