Fylgisveinamyndir vísa stórar oyðileggingar á týdningarmestu oljurørleiðingina í Saudi Arabia.
Hetta er rørleiðingin, sum flytir olju úr eystara parti til vestara part av landinum.
- Oljurørleiðingin er stongd, og fylgisveinamyndir vísa stórar oyðileggingar, veit tíðindastovan NTB at siga.
Sagt verður, at tað kann fáa stórar avleiðingar fyri oljuprísin, um oljurørleiðingin ikki verður virkin aftur í bræði.
- 1200 kilometra langa rørleiðingin gongur millum oljuleiðirnar í eystri til avskipingarhavnina Yanbu við Reyða Havið í vestri.
NTB veit at siga, at oljurørleiðingin varð rakt í einum dronuálopi úr Irak, sum stuðlar hjá Iran stóðu aftanfyri.
Síðsta fríggjadag varð váttað, at oljurørleiðingin er stongd.
NTB veit at siga, at uppreistrarbólkurin - houthi'ararnir í Jemen - seinastu dagarnar hava tikið eftirlitið við Mandebs-sundinum millum Reyða Havið og Adenvíkina.
- Hetta fer at gera tað ógvuliga trupult hjá Saudi Arabia at senda oljutangaskip hesa leið, leggur tíðindastovan aftrat.