info
Ongi úrslit

Sløkkiliðsfólk heiðrað

- Um sløkkiliðsfólk kann sigast, at tá fólk fara inn at krógva seg undan illveðri, so fara hesi út í tænastu, og tá fólk fara út úr eldinum, so fara hesi inn í eldin

Vilmund Jacobsen
11. september 2026 kl. 11:25

Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar Sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl.

- Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag.

Í sambandi við løtuna vórðu Leivur Persson og Óli á Grindafløtti frá tilbúgvingarøkinum hjá Vørn komnir norður til Kvívíkar.

- Teir vóru komnir at heiðra teir, ið lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekin frá Føroya Landsstýri. Til løtuna segði Leivur Persson nøkur orð og takkaði sløkkliðsfólkunum fyri drúgva tænastu.

Til løtuna vórðu hesi sløkkiliðsfólkini heiðrað:

Jens Mikkelsen 36 ár og enn í starvi

Frederik Isaksen 36 ár og enn í starvi

Rói Joensen 35 ár og enn í starvi

Petur Müller 26 ár og enn í starvi

Edvard Müller 20 ár og enn í starvi

- Um sløkkiliðsfólk kann sigast, at tá fólk fara inn at krógva seg undan illveðri, so fara hesi út í tænastu, og tá fólk fara út úr eldinum, so fara hesi inn í eldin.

Í Kvívíkar kommunu takka tey øllum sløkkiliðsfólkum fyri arbeiðið, sum tey hvønn dag leggja fyri dagin til tess at tryggja kommununa og lokala fólkið.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

11 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

21 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

52 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan