info
Ongi úrslit

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

Í juni 2026 vóru umboð fyri ratingfyritøkuna Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya. Í dag, 14. septembur gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 12:18

Landsbanki Føroya skrivar, at Føroyar varðveita við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Onnur lond, ið hava hesa rating á okkara leiðum er Írland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egna fíggjarpolitikk í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 tann sama, sum undanfarin ár, at Føroyar millum annað hava fíggjarligt sjálvræði, at Føroyar hava stórt gjaldføri (minstagjaldførið er 4,2 mia. kr.), at Føroyar hava góð rakstrarúrslit áðrenn løgur, og at skuldin er lutfalsliga lítil.

Avbjóðingarnar fyri Føroyar sigur Moody’s vera, at búskapurin er einstáttaður og at íløgurtørvurin er høgur, tí fólkatalið veksur.

ESG-rating

Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eisini eina ESG-rating. ESG-ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá:

  • Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi. (Environment)

  • Sosialt umhvørvi, til dømis, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal av eldri fólki verður fíggjað (Social)

  • Stjórnarskipan í breiðum týdningi, millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar. (Governance)

Karakterskalin gongur frá 1 (best) til 5 (vánaligast). Føroyar fáa próvtal 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan. Miðal av hesum trimum hjá Føroyum er sostatt 2, sum er næst besta ratingin. Ratingin er ikki broytt frá 2025 til 2026.

ESG-ratingin hevur enn ikki ávirkan á fíggjarligu ratingina.

Tíðindaskriv og lánførismetingin frá Moody’s kann lesast her.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

6 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

12 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

16 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

28 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

32 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

42 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan