Tað kemur javnan fyri, at nýggir bilar halda fram at vísa eina lægri hámarksferð, hóast bilurin er komin úr einum øki við ferðavmarking og aftur út á ein veg, har loyvt er at koyra 80 kilometrar um tíman.
Fróði Magnussen, løgtingsmaður, hevur spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, um trupulleikan, og um ætlanin er at seta fleiri skelti upp, sum vísa 80 km/t, tá ein lægri ferðavmarking endar.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað vanliga ikki er neyðugt at seta eitt serligt 80-skelt upp. Ferðavmarkingar kunnu enda við einum undirskelti ella við næsta vegamót, og tá er vanliga hámarksferðin 80 km/t aftur galdandi.
Bilarnir lesa skeltini ymiskt
Men trupulleikin er eisini tøkniligur.
Nærum allir nýggir bilar hava í dag eina ISA-skipan – Intelligent Speed Assistance – ella TSR, Traffic Sign Recognition. Við kamera og talgildum kortum royna skipanirnar at staðfesta, hvør hámarksferðin er á vegnum.
Sambært Jacob Vestergaard eru skipanirnar tó ikki eins.
– Í Føroyum eru fleiri serføroysk skelti, sum fleiri bilar ikki kenna, tí skipanirnar eru ikki dagførdar við føroyskum skeltum, skrivar landsstýrismaðurin.
Summir bilframleiðarar hava betri skipanir, sum eisini kenna serføroysku skeltini og vita, at ein ferðavmarking kann halda uppat við eitt vegamót.
Google kann vera ein loysn
Landsverk hevur sambært svarinum trupult við at loysa málið við bara at broyta skeltingina, tí bilarnir brúka ymiskar skipanir.
Nógvir nýggir bilar byggja ferðsluupplýsingarnar á talgild kort, og Google-kort verða nógv brúkt. Landsstýrismaðurin vísir á, at tað møguliga ber til at brúka kortal.fo sum grundarlag undir føroyskum ferðsluupplýsingum.
Tað krevur tó, at bæði land og kommunur halda upplýsingarnar dagførdar, og at broytingar eisini verða rættaðar á talgildu kortunum.
– Ein møgulig loysn kundi tí verið at brúkt kortal.fo sum grundarlag, har hesi data vóru tøk, skrivar Jacob Vestergaard.
Hann heldur tað ikki vera óhugsandi, at ein avtala kann fáast við Google um at leggja føroysku upplýsingarnar inn í teirra skipanir, um tryggjast kann, at upplýsingarnar eru rættar og dagførdar.
Vil kanna málið nærri
Landsstýrismaðurin sigur, at ongar ítøkiligar kanningar eru gjørdar av, hvørja ávirkan skeivu ferðsluupplýsingarnar í bilunum hava á ferðslutrygd og framkomuleika.
Hann ásannar tó, at tað kann elva til óhepnar støður, um ein bilur koyrir eftir skeivari hámarksferð.
Jacob Vestergaard er tí sinnaður at kanna, um mannagongdin fyri skelting av hámarksferð eigur at verða endurskoðað, eisini við atliti at, hvussu skelting verður gjørd í grannalondunum.
Samstundis vil hann kanna møguleikan fyri at fáa talgildu føroysku ferðsluupplýsingarnar inn í skipanirnar hjá bilframleiðarunum, so bilarnir í framtíðini vísa røttu hámarksferðina á føroysku vegunum.