info
Ongi úrslit

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

Franska rannsóknarskipið Pourquoi-Pas? var væl kent í Føroyum og hevði fleiri ferðir vitjað í Havn. Í september 1936 endaði søgan brádliga í einum ógvusligum ódnarveðri undir Íslandi. Bara ein maður kom frá vanlukkuni við lívinum.

Eirikur Lindenskov
13. september 2026 kl. 07:53

Tann 16. september eru 90 ár liðin, síðani ein av kendastu skipsvanlukkunum undir Íslandi fór fram.

Franska rannsóknarskipið Pourquoi-Pas? var á veg úr Íslandi, tá tað kom út fyri einum ógvusligum ódnarveðri og fórst við Mýrar í Borgarfirði vestanfyri.

Umborð var kendi franski pólgranskarin og vísindamaðurin Jean-Baptiste Charcot.

Bara ein maður kom livandi frá vanlukkuni. Íslendskar og franskar keldur telja vanliga 40 deyð, hóast ymiskar eldri uppgerðir hava eitt sindur ymisk tøl.

Men søgan um Pourquoi-Pas? hevur eisini ein føroyskan part.

Væl kent skip í Havn

Charcot hevði í fleiri áratíggju ferðast á rannsóknarferðum í póløkjunum, og Føroyar vóru fleiri ferðir á leiðini.

Longu í 1901 sigldi hann til Føroya og gjørdi skrásetingar fyri fronsku sjóverjuna. Árið eftir kom hann aftur til Føroya í sambandi við eina kanning av krabbameini í oyggjunum.

Pourquoi-Pas? vitjaði eisini seinni í Havn.

Í Siðsøguni í Sosialinum hesa vikuna greiðir Óli Jacobsen frá, at skipið lá á Havnini frá 26. til 27. juli 1936 – bara góðar sjey vikur áðrenn vanlukkuna undir Íslandi.

Og tað var ikki bara fyri at taka kol og vistir.

Sambandið millum Charcot og Føroyar var vorðið persónligt.

Katólski presturin var gamal vinmaður

Óli Jacobsen greiðir millum annað frá sambandinum millum Charcot og katólsku prestarnar í Føroyum.

Pourquoi-Pas? lá í Havn í 1936, skrivaði Dimma­lætting, at Charcot var ein gamal vinmaður hjá katólsku prestunum í Føroyum. Presturin Alex Kons hevði enntá verið við á einari rannsóknarferð hjá Charcot til Grønlands.

Hetta var seinastu ferð, Pourquoi-Pas? vitjaði í Føroyum.

Nakrar vikur seinni fór skipið úr Reykjavík við kós móti Keypmannahavn. Veðrið var gott, tá farið varð avstað, men tað broyttist skjótt.

Um náttina gjørdist veðrið so ringt, at skipið misti tamarhaldið.

Tíðliga um morgunin 16. september fór Pourquoi-Pas? á sker og varð sorlað sundur.

Ein maður kom frá tí við lívinum

Bara ein av monnunum umborð, Eugène Gonidec, kom livandi frá vanlukkuni.

Vanlukkan gjørdi djúpt inntrykk í Íslandi. Charcot var væl kendur og høgt virdur har eftir mongu rannsóknarferðir sínar, og tá minningarhald seinni varð hildið í Reykjavík, vístu íslendingar teimum deyðu serligan heiður.

Í Siðsøguni í Sosialinum greiðir Óli Jacobsen nógv meira frá dramatisku seinastu ferðini hjá Pourquoi-Pas?, føroyska sambandinum hjá Charcot, manninum sum einsamallur yvirlivdi – og hvussu íslendingar reageraðu eftir eina av størstu skipsvanlukkunum í íslendskari søgu.

Les alla Siðsøguna í Sosialinum hetta vikuskiftið.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

8 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

12 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

22 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

53 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan