0-0 til ÍF

Fuglfirðingar komu til Havnar eftir tí eina stiginum. Og hóast HB hevði bóltin nógv, so vórðu tað gestirnir, sum føldu seg sum vinnarar, tá dómarin hevði bríkslað seinasta bríkslið

Har var eingin ivi um, hvør var meira nøgdur, tá Páll Augustinussen hevði floytað fyri seinastu ferð.

Spælararnir hjá heima- og oddaliðnum royndu sum skjótast at sleppa sær í skiftirúmið. Vónsviknir um, at talan bert gjørdist um eitt stig.

Gestirnir úr Fuglafirði høvdu hinvegin smílini frammi. Málleysi javnleikurin var í nógvar mátar tað, sum teir vóru komnir eftir, og teir vóru skjótir at gera eina ketu, soleiðis at teir í felag kundu takka áskoðarunum, sum gjøgnum dystin høvdu givið sín heilhjartaða stuðul.


Ov lítið hugflog

Sæð burtur frá fyrsta góða korterinum ella so, so sat HB á øllum tí, sum gekk fyri seg í Gundadali.

Áðrenn vertirnir raknaðu við, spruttaðu fuglfirðingar øgiligt, og Andy Olsen átti at avgreitt betur enn at avlevera við innarsíðuni til HB-málverjan, eftir at Dánjal á Lakjuni hevði sent innfyri.

Men tað var sum so tað. Seinastu 20 minuttirnar undan steðginum fekk HB veruliga ferð á. Rógvi Poulsen og Bjarni Jørgensen fingu gott rásarúm á kantunum, og mest sum óteljandi ferðir vórðu teir spældir leysir í borðunum.

Nærri enn einum stútara, sum varð bjargaðu á málstrikuni, komu teir tó ikki. Ta einu ferðina varð Rógvi Poulsen leysur, men úr spískum sendi hann framvið málinum.

Eftir steðgin var trýstið frá HB enn størri, og fuglfirðingarnir høvdu trupult við yvir høvur at vinna seg fram um miðlinjuna. Men alt ov sjáldan gav trýstið úrslit í veruligum málmøguleikum. Tann størsta átta Johan Eijvind Mouritsen, sum tó sá Andras Gango stjórbjarga fluktara úr 10 metrum. Og tá Vagnur Mohr Mortensen djúpt í yvirtíðini gjørdist púra leysur eftir verjumistak, eydnaðist honum heldur ikki gera sær dælt.

Í aðrar mátar endaðu HB álopini aloftast við innleggi, sum vann vegin fram til pannuna hjá Bartali Eliasen, ella gjørdist spælið mitt fyri ov trongt, soleiðis at ÍF-verjan altíð fekk eina langa tá á bóltin.


Spenningur aftur í oddin

Hóast javnleikin, so er HB enn tryggur eigari av oddasessinum. Og tey sjey stigini, sum eru niður til B68, staðfesta eisini, at HB enn er stórfavorittur til gullið.

Men tað er samstundis ein veruleiki, at HB nú ikki hevur vunnið í trý umfør. Javnleikir móti B36, AB og ÍF eru ikki akkurát tað, sum styrkir um sjálvsálitið hjá liðnum, og vinnur B68 í útsetta dystinum móti Víkingi, er munurin niðri á fýra stigum, og so verður av álvara trýst á oddaliðnum.

Fuglfirðingar hava hinvegin eisini sítt at hugsa um. Fýra stig í teimum báðum fyrstu dystunum eftir steðgin er avgjørt til at liva við. Men tað tykist vera lítil ivi um, at KÍ er á veg úr botninum, og so ræður um hjá ÍF at syrgja fyri, at tað ikki verða teir, sum detta niður um kriminellu strikuna.