07 Vestur hevur havt tað torført ímóti NSÍ

21. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Toppliðið, 07 Vestur, eigur heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og tað er ikki undarligt, um teir í 07 Vestur fara undir hesa avbjóðingina í serliga stórum álvara!

Hetta er triðja ferðin, at hesi bæði liðini hittast í ár, og tað er synd at siga, at úrslitini í hinum báðum uppgerðunum hava verið kærkomin í stríðnum hjá vágamonnum at vinna seg upp aftur í bestu deildina.

Í fyrsta umfari var úrslitið í Vágum málleysur javnleikur, og í 10. umfari var úrslitið í Runavík 2-2.

KÍ, sum er næstovast og harvið á uppflytingarplássi, vitjar FC Hoyvík á niðara vølli í Gundadali. Tá ið liðini í fyrsta umfari hittust í Klaksvík, endaði tað 1-1, meðan KÍ á Norðoyastevnu vann 4-0.

TB, sum er triði avbjóðarin til uppflyting, fær í dag vitjan av AB, sum í botninum er trý stig frammanfyri FC Hoyvík og harvið omanfyri niðurflytingarstrikuna. Í fyrsta umfari vann TB 3-0 á teimum næstbestu hjá AB á Sevmýri, og úrslitið var eisini 3-0 til TB, tá ið liðini í 10. umfari spældu í Gundadali.

HB og EB/Streymur hittast í Gundadali. Liðini hava vunnið hvør sín tryggan heimasigur. Í 1. umfari vann HB 3-0 á EB/Streymi, og í 10. umfari vann EB/Streymur 2-0 á HB.

B68, sum framvegis ikki hevur vunnið, vitjar Víking í Leirvík. Víkingur vann í 1. umfari 5-1, tá ið toftamenn vóru í Leirvík, og í 10. umfari vann Víkingur tepran 1-0 sigur á Svangaskarði.

Fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum verður klokkan 15.00, og tað er merkisvert, at tá verða dystir í næstbestu deildini á bæði niðara og ovara vølli í Gundadali.

TB-AB: Alex Troleis kl. 15.00

FC Hoyvík-KÍ: Jóhan P. Michelsen kl. 15.00

HB-EB/Streymur: Rói Jacobsen kl. 15.00

07 Vestur-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

Víkingur-B68: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

 

Støðan

07 Vestur 42

KÍ 40

TB 39

HB 33

EB/Streymur 32

NSÍ 25

Víkingur 25

AB 23

FC Hoyvík 20

B68 3

TB og HB hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir.