Í dag fer Kvívíkar kommuna í holt við at asfaltera við bátahylin á Válinum.
- Vit heita tí á fólk um at flyta bilar, vognar og annað.
Hetta siga tey í Kvívíkar kommunu, nú asfaltarbeiðið ætlandi byrjar í dag.
Soleiðis, sum viðhefta mynd hjá kommununi vísir, er grúsvegur við bátahlylin á Válinum.
Við nýggjum asfalti verður umhvørvið kring bátahylin snøggari, tá asfaltarbeiðið er gjørt.