0,8 prosent realur búskaparvøkstur í 2024

Eftir fleiri ár við stórari framgongd í føroyskum búskapi, er nú komin stígur í. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 0,8 prosent í 2024.

 

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

 

Búskapurin veksur við minni ferð

 

Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 0,8 prosent í 2024. Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent árini 2021 til 2023. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið. 

 

Stígur í fleiri evropeiskum búskapum

 

Til ber at sammeta gongdina í føroyska búskapinum við búskapargongdina í øðrum londum. 

 

Miðal búskaparvøksturin fyri ES-lond var 1,0 prosent í 2024. Búskaparvøksturin í Svøríki var hin sami, sum í Føroyum, nevniliga 0,8 prosent. Búskaparvøksturin í Finnlandi var 0,4 prosent. Íslendski búskapurin hevur verið fyri afturgongd í 2024 - afturgongdin var 1,0 prosent.

 

Hinvegin hevur framgongd bæði verið í donskum og norskum búskapum í 2024. Búskaparvøksturin í Danmark var 3,5 prosent og 2,1 prosent í Noregi.

 

Tænastuvinnan størst vakstrarískoyti

 

Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2009 til 2024. Her sæst, hvussu stóra ávirkan gongdin í ymsu vinnugreinabólkunum hava á samlaðu árligu broytingina í realu bruttovirðisøkingini. Tænastu- og tilfeingisvinnan høvdu positivt vakstrarískoyti til realu virðisøkingina í 2024.

 

Í 2024 var vakstrarískoytið frá tænastuvinnum 1,5 prosent og hjá tilfeingisvinnum 1,3 prosent. Framleiðsluvinnan hevði negativt vakstrarískoyti á 2,1 prosent í 2024.

 

BTÚ í ársins prísum nærkast 28 milliardum krónum

 

Bruttotjóðarúrtøkan mátað í ársins prísum vaks 2,9 prosent ella 775 milliónir krónur í 2024. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt 27,9 milliardir krónur. Tað er 513 túsund krónur fyri hvønn íbúgva.

 

Meira kann lesast og grafar síggjast við at trýsta her

 

 

Stutt um tjóðarroknskapin

 

Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er mát fyri samlaðu virðisskapanina í landinum eitt ávíst tíðarskeið, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum.

 

Tjóðarroknskaparmát í føstum og ársins prísum

 

Til ymisk endamál kann tað hava størri týdning at síggja mongdarbroytingar í tjóðarroknskapinum heldur enn gongdina í ársins prísum. 

 

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) og bruttovirðisøkingin (BVØ) í føstum prísum og realur búskaparvøkstur

 

BTÚ og BVØ kunnu gerast upp í føstum prísum (leinkjað virði) fyri at lýsa mongdarbroytingar. Tá er prísvøkstur drigin frá. Gongdin í BTÚ í føstum prísum (leinkjað virði) er mát fyri búskaparliga realvøksturin. 

 

Fastir prísir (leinkjað virði) er ein mongdaruppgerð, har vektargrundarlagið broytist so hvørt og er grundað á prísirnir í árinum fyri. Leinkjað verður við nýggjum støðisárið leypandi hvørt ár, men tilvísingarárið er tað sama.

 

BTÚ í ársins prísum

 

BTÚ gjørd upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í galdandi prísum í árinum.

 

Vakstrarískoyti vísir ískoyti frá vinnugreinabólkunum til broytingina í samlaðu virðisøkingini.

 

Tjóðarroknskapurin við smærri rættingum

 

Í samband við útgávu av tjóðarroknskapinum frá í ár var gjørd ein minni endurskoðan av tjóðarroknskapinum fyri árini frá 2021 til 2023 í samband við at fleiri og neyvari hagtøl gerast tøk. Ávirkanin av hesum er ymisk frá einum ári til annað, men yvirskipað er myndin óbroytt.